Fiskimálaráðið fríkent í Landsrættinum

Landsrætturin sigur, at avgerðin hjá Fiskivinnumálaráðnum var saklig

Áki Bertholdsen
21. november 2024 kl. 16:24

Dómur er nú sagdur í Landsrættinum, har Fiskivinnumálaráðið fekk viðhald í einum máli millum Thor í Hósvík og Føroya Banka øðrumegin og Fiskimálaráðið hinumegin.

Og úrslitið varð, at Fiskivinnumálaráðið varð fríkent og sostatt staðfesti Landsrætturin avgerðina hjá Føroya Rætti.

Málið varð lagt fyri rættin í 2014, eftir at djúpvatnstrolarin, Phoenix hjá Thor í Hósvík, ikki fekk royndarloyvi at fiska stinglaks við smámeskaðum troli.

Fiskivinnumálaráðið sigur, at síðst í 2008 bleiv royndarfiskiskapurin eftir stinglaksi umskipaður soleiðis, at talið á loyvum í 2009 - eftir tilmæli frá Havstovuni - varð minkað úr trimum niður í  tvey loyvir.

Trolarin, Phoenix, hevði. saman við tveimum øðrum trolarum, havt royndarloyvi at fiska stinglaks frá 2001 til 2008.

Phoenix bleiv seldur til Føroya Banka, sum tá æt BankNordik, á tvingsilssølu í novembur 2008, og Bankin fekk ikki tillutað loyvi í sambandi við umskipanina.

Tá ið Thor keypti trolaran frá BankNordik síðst í 2009, bleiv royndarloyvið eisini sýtt Thor, og partarnir løgdu hareftir málið fyri rættarskipanina.

Landsrætturin hevur nú mett, at avgerðin hjá Fiskivinnumálaráðnum um at minka talið á loyvum til tvey, var saklig, og hetta er eisini galdandi fyri avgerðina um ikki at lata loyvið til trolaran Phoenix. Grundarlag er tí ikki fyri at krevja endurgjald frá Fiskivinnumálaráðnum.

Fiskivinnumálaráðið sigur, at Landsrætturin hevur lagt dent á, at Phoenix fekk fíggjarligar trupulleikar í 2008 og varð lagdur av tí sama. BankNordik keypti trolaran á tvingsilssølu síðst í 2008, og bankin ætlaði at selja trolaran aftur

Thor keypti Phoenix frá BankNordik síðst í 2009 og søkti Fiskimálaráðið um royndarloyvi til stinglaks fyri 2010. Ráðið sýtti hesum við tí grundgeving, at avgjørt varð at halda fram við teimum fiskiførum, sum høvdu fingið royndarloyvini í 2009. 

Landsrætturin metti avgerðina vera sakliga og viðmerkti í hesum sambandi, at báðir trolarar, sum høvdu havt royndarloyvini í 2009, høvdu brúkt tey nógv.