Sum vit áður hava skrivað, er væntandi, at tað fer at verða rættiligur stormur í nátt. Og nýggjastu veðurtíðindini siga, at tað fer at halda stikk.
Tað merkir at vindurin fer at veksa av eystri, og kanska landnyrðingi eystri og í út ímóti midnátt verður rættiligur stormur 22-23 metrar um sekundið í miðal, men við hvirlum upp í 30. Harðast fer at leika á mitt í nátt, tá ið vit kunnu vænta upp í 37 metrar um sekundið í hvirlunum.
Hann hæsar so líðandi av sunnumorgunin, men tað verður ikki fyrrenn á miðdegi, at vindurin ordiliga er minkaður aftur.
Nakað av avfalli verður eisini, mest regn, men onkrastaðni verður tað kanska vátakavi,
Men tað verður bara eitt stutt andarhald, tí longu mánanáttina veksur hann aftur vindin av landnyrðingi við 20-21 metrum um sekundi, men við hvirlum upp í 30, og tá snarar hann longur upp í norðan. Men mánakvøldið, og mánanáttina, minkar hann aftur vindin - og so er friður á hesum sinni.
Tað er ikki ofta, at tað er so nógvur vindur av eystri og landnyrðingi, so har hesar ættirnar eru ringar, fer at standa á.
Í hesum sambandi hava bæði løgregla og bjargingarlið ávara fólk um ikki at hava nakað liggjandi úti, sum kann fara í vindinum - og at surra byggitilfar og annað ordiligt, so at tað ikki fýkur og ger skaða.