Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025. Avtalan um fiskiveiðisamstarv hevur stóran týdning fyri bæði føroysk og grønlendsk fiskiskip, ið hava góða gagnnýtslu av fiskirættindum í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum.
Føroysku kvoturnar í grønlendskum sjógvi vera óbroyttar í 2025 í mun til 2024.
Vísindaliga ráðgevingin fyri svartkalva mælir til eina lækking í svartkalvakvotuni í grønlendskum sjógvi í 2025. Hóast hetta gekk Grønland á møti einum ynski frá Føroyum um at varðveita støðið í føroysku svartkalvakvotuni.
Smávegis tillagingar eru gjørdar í kvotunum hjá grønlendskum skipum í føroyskum sjógvi í 2025 í mun til 2024, sum taka atlit at, at føroyska sildakvotan er lækkað, umframt at broytingar hava verið í fiskaprísunum seinasta árið.
Grønlendska kvotan í føroyskum sjógvi av norðhavssild lækkar við 600 tonsum, ímeðan svartkjaftakvotan hækkar við 3.250 tonsum. Harumframt lækkar atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi við 446 tonsum.
Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2025 framhaldandi kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tonsum av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki framvegis hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2025 eru 4.900 tons av norðhavssild og 23.750 tons av svartkjafti. Eisini fær Grønland atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 7.814 tons av grønlendsku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum.
Samráðingarnar millum Føroyar og Grønland, sum vanliga hava verið hildnar í Keypmannahavn, vóru hesaferð í Tórshavn. Í sambandi við, at nýggi altjóða flogvøllurin í Nuuk verður tikin í nýtslu í næstum, eru londini samd um, at árligu fiskiveiðisamráðingarnar frameftir skulu haldast heima í Tórshavn og Nuuk.