Hann vil ikki útgreina, hví hann meldar seg úr Javnaðarflokkinum

Eg havi sagt tað, eg havi at siga, sigur borgarstjórin í Vági

Áki Bertholdsen
21. november 2024 kl. 17:45

Á miðdegi í dag boðaði Bjarni Johansen, býráðslimur og borgarstjóri fyri Javnaðarflokkin, í Vágs Býráði, frá, at hann meldar seg úr Javnaðarflokkinum.

Hann segði, at hetta er ein beinleiðis avleiðing av tí stríði, ið tók seg upp í kjalarvørrinum á býráðsvalinum.

Eftir býráðsvalið vórðu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Vágs Býráð samdir um at skipa samgongu við Levi Mørk sum borgarstjóra.

Men beint sum ætlanin var at skriva undir semjuna, vildi Bjarni Johansen brádliga ikki skriva undir semjuna. Ístaðin kastaði hann saman við Tjóðveldi um at skipa samgongu - og keldur vildu vera við, at tað skuldi vera við honum sum borgarstjóra.

Tí skrædnaði Javnaðarflokkurin í Vágs Býráði tí hinir báðir býráðslimirnir, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, hildu fast um avtaluna við Sambandsflokkin

Og fyrr í dag hendi tað so, at Bjarni Johansen meldaði seg úr Javnaðarflokkinum, sum annars altíð hevur verið hansara flokkur, sum hann segði.

Hann sigur, at talan hevur verið um fleiri innanfloks ósemjur og tí hevur hann tikið avgerð um at fara úr flokkinum, tí ósemjurnar gera tað ógjørligt at halda fram.

Vit fingu orðið á Bjarna Johansen fyri eini løtu síðani, men hann vil ikki útgreina, hvat hesar ósemjurnar eru, sum eru so grundleggjandi, at hann ikki kndi vera í Javnaðarflokkinum longur.

– Eg havi sagt tað, eg havi at siga, sigur Bjarni Johansen. Men hann leggur afturat, at hann er ikki á veg í nakran annan flokk.

Hann vil heldur ikki siga nakað um ætlaðu samgonguna ímillum hann og Tjóðveldi, men hann staðfestir tað Arni Brattaberg úr Tjóðveldi, segði í morgun.

Hann segði, at Bjarni Johansen og Tjóðveldi hava eina semju og at hon stendur við. Men hann vildi ikki siga, hvønn tey ætlaðu at velja til borgarstjóra.