Angela Merkel er stúrin um tætta sambandið millum Trump og Elon Musk

Fyrrverandi týski kanslarin er alt annað enn fegin um avgerðina hjá Trump, at Musk sum ráðgeva í eini ætlan, sum skal gera almennar myndugleikar meira effektivar.

Ragnar Sjúrðarson
23. november 2024 kl. 20:39

Alt bendur á, at Elon Musk, eigarin av Tesla, X, og SpaceX, fer at hava ávirkan á politikkin hjá Donald Trump tá hann aftur tekur við valdinum.

Trump Hevur valt Musk sum ráðgeva í eini ætlan, sum skal gera almennar myndugleikar meira effektivar.

Fyrrverandi týski kanslarin Angela Merkel, er stúrin um tætta sambandið millum heimsins ríkasta mann og komandi forsetan í USA.

Hon sigur í eini samrøðu við týska Spiegel, sum The Guardian endurgevur, at tað átti at verið ein hárfín javnvág millum handilsrakstur og politisk áhugamál, og tað ger valið av Musk sera umstrítt.

-   Tað er nú ein sjónlig samgonga millum hann og stóra fyritøkur fá Silicon Valley, sum hava sera stórt vald gjøgnum pengar, sigur hon.

Sambært Merkel er tað “ein higartil ósædd avbjóðing fyri okkum øll”, um fyritøkur hava ov stóra ávirkan á politikkarar, óðansæð um tað er gjøgnum teirra pengar ella tøkniligar loysnir.