Tyrlan er farin at letia. Myndina tók Ingi Sørensen
Eru farin í hagan í morgun at leita eftir fólki
Tyrlan er boðsend, tí umstøðurnar eru sera vánaligar
Áki Bertholdsen
22. november 2024 kl. 07:55
Nú morgun hava fólk av Eiði ringt til løgregluna at boða frá, at tey sóu ljós í haganum oman fyri Tjørnuvík, út ímóti Stakkinum.
Løgreglan hevur síðani staðfest, at har eru fólk í haganum, men hvør tað er, vita tey ikki - og eingin hevur ringt til tey um at tey eru í neyð.
Men løgreglan sigur, at umstøðurnar eru sera vánaligar, tí har er bratlendi og tað er so hált, at tað er ikki ráðiligt hjá fólki at fara í hagan at leita.
Tí hava tey sent boð eftir tyrluni, sum beint nú er farin at leita.