Leitingin í haganum eftir fólki er avlýst

Tað var ongantíð nakar vandi á ferð, sigur løgreglan

Áki Bertholdsen
22. november 2024 kl. 10:00

Fyrr í morgun ringdu fólk av Eiði ringt til løgregluna at boða frá, at tey sóu ljós í haganum oman fyri Tjørnuvík, út ímóti Stakkinum.

Tey stúrdu fyri, at okkurt ókunnufólk hevði komið sær í óføri og tí ringdu tey til løgregluna.

Men løgreglan segði, at umstøðurnar vóru sera vánaligar, tí har er bratlendi og tað er so hált og tí var tað ikki ráðiligt hjá fólki at fara í hagan at leita.

Tí hava tey sendu tey boð eftir tyrluni at leita. Men tað gekk heilt skjótt, áðrenn tyrlan kom á staðið, so var leitingin avblást tí eingin vandi var á ferð.

Talan var um ein mann í bygdini, sum var farin sær ein túr í hagan. Tað var myrkt, so hann hevði lummalykt við. Men tað var skjótt, at hann rendi seg í ein skalv, so hann vendi heimaftur.

Løgreglan sigur, at maðurin var vanur at ganga í haganum, og at fara túrar í hagan, og hann var væl kendur har um leiðir, so tað var ongantíð vandi á ferð.

Hesa ferð varð hann kortini komin av kósini og visti ikki reiðiliga hvar hann var. Men sløkkiliðið har á staðnum beindi hann aftur á gøtuna við tað, at tey vístu honum vegin við eini sterkari lykt.