Uttanlands
Norska trygdarløgreglan tosaði við drápsmannin í mai
PST arbeiðir út frá, at talan er um eina ekstrema islamistiska yvirgangsatsókn, og fyrstu ferð trygdarløgreglan hevði samband við mannin var í 2015
Uttanlands
Tvey dripin og 21 skadd í Oslo í nátt
Ein 42 ára gamal maður er tikin og skuldsettur fyri dráp, drápsroynd og yvirgangsálop eftir skottilburðirnar tveimum barrum í Oslo í nátt. Hann drap tvey og særdi tíggju, og 11 fingu skaða, tá tey rýmdu í hurlivasanum
Uttanlands
Hægstirættur tikið avger: Kvinnur missa rættin til fosturtøku í USA
Hægstirættur í USA hevur í dag ógildað avgerandi úrtøkuna frá 1973 “Roe vs Wade”, ið tryggjar rættin til fosturtøku í øllum USA
Uttanlands
Boris Johnson undir enn størri trýsti
Í gjár var val í tveimum valdømum í Onglandi. Konservativi flokkurin hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, tapti bæði valini. Boris Johnson er nú undir enn størri trýsti enn undan valinum
Ítróttur, Uttanlands
Týska fótbóltssambandið: Tvørkynd avgera sjálvi hvar tey leika
Týska fótbóltssambandið hevur í dag boðað frá, at tað er upp til teir einstaku ei-tvískipaðu, tvørkyndu og millumkyndu leikararnar, hvørt teir ynskja at leika við kvinnum ella monnum í teimum lægru fótbóltsdeildunum í Týsklandi. Hetta er galdandi fyri amatør, ungdóms og futsaldeildirnar
Uttanlands
Paradise broytir konseptið
Áður gekk tað út uppá at snýta hvønn annan í Paradise Hotel, nógvar veitslur vórðu hildnar, har eisini tilvildarligt kynslív var partur av kendu sjónvarpssendingini hjá Viaplay. Nú er avger tikin um at broyta konseptið umframt at tveir nýggir vertir eru í nýggju útgávuni av Paradise
Uttanlands
Danir skulu koppsetast aftur í heyst
Í morgun helt danska forsætiráðfrúan, Mette Fredriksen, tíðindafund um koronastøðuna í Danmark. Tíðindafundurin snúði seg serliga, um vaksandi talið av korona í Danmark í løtuni og koronaætlanina hjá Danmark í heyst
Uttanlands
Mette Fredriksen røddi fyri ukrainska tjóðartinginum
- Tit berjast ikki einans fyri land tykkara. Men fyri frælsar tjóðir kring allan heimin. Hetta er eitt kríggj millum frælsi og kúgan. Millum fólkaræði og tyranni. Eitt kríggj, sum ongin av okkum hevur ráð at tapa, segði Mette Fredriksen, millum annað í røðu sínari fyri ukrainska tjóðartinginum fyrr í dag
Uttanlands
Giggs gevst sum landsliðsvenjari hjá Wales
Fyrrverandi Manchester United-stjørnan, Ryan Giggs, gevst alt fyri eitt sum venjari hjá fótbóltslandsliðnum hjá Wales. Hesum boðar walisiska fótbóltssambandið frá á heimasíðu síni.
Uttanlands
Grønland: Stovnarin av Naleraq leggur frá sær sum floksformaður
Hans Enoksen, sum í 2014 var við til at stovna nýggja flokkin Naleraq, gjørdi í gjár av at leggja frá sær. Nýggjur formaður skal veljast á eykaaðalfundi í næstum. Tað skrivar Sermitsiaq
Uttanlands
Krúnprinsurin um Herlufsholm: Tað hava verið ódámligar hendingar men eitt hav av næmingum hava eina fantastiska uppliving
Ódámligu hendingarnar og søgurnar um happing og harðskapi á Kostskúlanum Herlufsholm koma nú fram. Hetta hevur lagt stórt trýst á krúnprins Frederik og konu hansara prinsessu Mary, ið í løtuni hava ein son, ið gongur har í løtuni og eina dóttir, ið gleðist um at byrja aftaná summarfrítíðina
Uttanlands
Trý fólk ákærd fyri at leggja yvirgangsatsókn til rættis
Ákærumyndugleikin í Danmark hevur ákært tveir menn og eina kvinnu fyri at leggja eitt yvirgangsálop til rættis. Hesum boðar Ákærumyndugleikin frá í einum tíðindaskrivið.
Uttanlands
Uffe Ellemann-Jensen er deyður
Fyrrverandi formaðurin í danska Vinstra-flokkinum og fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Uffe Ellemann-Jensen, andaðist í nátt eftir longri sjúkralegu
Uttanlands
Eurovision verður ikki í Ukraina komandi ár
Ukraina sleppur ikki at vera karmur rundanum Eurovision komandi ár, hóast Ukraina vann tónleikakappingina fyrr í ár
Uttanlands
Kristian Thulesen Dahl stillar ikki upp aftur fyri Dansk Folkeparti
- Tað er so nógv hent seinasta árið, og eg vónaði, at tað fór at enda, tá eg legði frá mær sum formaður í januar. Men tað hendi ikki, og stríðið heldur fram, sigur Kristian Thulesen Dahl við Radio4
Uttanlands
Grønlendingar vilja hava somu pass-møguleikar sum føroyingar
Danska stjórnin skal svara, hví tað verður gjørt munur á føroyskum og grønlendskum passum
Uttanlands
Starvsfólk hjá walisiska landsliðnum og fótbóltssambandinum boykotta HM-endaspælið í Katar vegna mismun á fólki
Wales hevur vunnið seg til eitt HM-endaspæl fyri fyrstu ferð síðan 1958, men nøkur starvsfólk hjá walisiska liðnum og fótbóltssambandinum fara ikki at ferðast til Katar vegna mismun móti samkyndum fólkum har
Uttanlands
Russiskur politikkari: Litaviska sjálvræði skal strikast
Russiski politikkarin Jevgenij Fedorov heldur, at litaviska sjálvræði eigur at vera strikað
Uttanlands
Sær svart út hjá SAS: Svenska stjórnin sigur nei til meira fígging til flogfelagið
Skandinaviska flogfelagið, SAS, fær ikki meira pening frá svensku stjórnini
Uttanlands
Fingu grindahval í garnið
- Hann var fyri so vítt lættur at hava við at gera, tá vit fingu hann upp, sigur skiparin umborð, Glenn-Thomas Madsen, sum einans hevur uppliva slíka hending tvær ferðir fyrr í síni tíð sum sjómaður
Uttanlands
Elon Musk hóttir við at slíta avtaluna um Twitter
Elon Musk vil vera við, at Twitter afturheldur brúkaratøl fyri sosiala miðilin, og hann hóttir nú við ikki at halda fram við avtaluni um at keypa Twitter, um ikki Twitter gongur ynskjum hansara um størri gjøgnumskygni á møti
Uttanlands
37-ára gamal sangur ger seg aftur galdandi á hittlistunum
Tað eru skjótt 37 ár síðan, at bretska sangarinnan Kate Bush sang stórhittið “Running Up That Hill”, men nú ger sangurin frá 1985 seg aftur galdandi á hittlistunum vegna eina raðsending á Netflix
Uttanlands
Tey fátæku verða trýst úr Istanbul
Síðan forsetin í Turkalandi, Erdogan, setti ætlanina í verk, at endurnýggja býin, eru tey fátæku blivin trýst úr søguliga og størsta býnum í Turkalandi, Istanbul, har eystur møtir vestur
Uttanlands
Eldur í gamla Næraberg
Uttanfyri Móritania sendi gamli Næraberg boð um neyðarhjálp, av tí at eldur var umborð á skipinum. Ein tíma seinni vóru trý skip á staðnum. Tey trý skipini Pilot Whale, Marshal Krylov og RTMK-C Simonas Daukantas, hjálptu til við at flyta manningina av skipinum.

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna