Russiskar herdeildir hava nú tikið valdið í eysturukrainska býnum Severodonetsk, eftir at harðir bardagar hava verið í býnum í fleiri vikur.
Tað sigur borgarstjórin í býnum, sambært Reuters.
– Russar hava nú tikið valdið í býnum. Teir royna at innføra teirra egnu skipan. Soleiðis sum eg síggi tað, so hava teir útpeikað ein ella annan kommandant, sigur borgarstjórin í Severodonetsk, Oleksandr Strjuk í tjóðarsjónvarpinum í Ukraina.
Sambært borgarstjóranum, so er tað ikki longur møguligt hjá fólki at flýggja vestureftir út úr býnum.
Zelenskyj: Lagnan hjá Donbass verður avgjørd í Severodonetsk
Fyrst í hesum mánaðinum boðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, frá, at lagnan hjá Donbass-landspartinum verður avgjørd í Severdonetsk.
Í fleiri vikur hava ukrainskar og russiskar herdeildir stríðst í og umkring Severodonetsk, ið er ein av teimum størri býunum í Ukraina, sum russar leingi hava ætlað at fáa hertikið, so at russar fáa fult kontroll yvir Lugansk-landspartin.
Russisku herdeildirnar hava í seinastu havt fokus á at fáa valdið í fleiri býum í Eysturukraina, so Russland fær fult kontroll yvir alt Donbass-økið, sum eru samansett av Lugansk- og Donetsk-landspørtunum.
Severodonetsk var seinasta háborgin hjá ukrainum í Lugansk