Ein bilur koyrdi fyrrapartin inn í eina mannamúgvu í vesturpartinum í týska høvuðsstaðnum, Berlin. Higartil er ein persónur deyður av hendingini, men fleiri eru særd. Hetta váttar týska løgreglan fyri tíðindamiðlunum Bild og Berliner Morgenpost.
- Ein maður sigst at vera koyrdur inn í ein bólk av menniskjum. Enn vita vit ikki, um tað var ein ólukka ella ein tilvitað gerð. Tilbúgvingin hevur fatur í manninum, sum skal hava koyrt bilin, sigur týska løgreglan á Twitter.
Ólukkan hendi við Kurfürstendamm, ið er ein stór sokallað “shopping” gøta.
Sambært vitnum á staðnum fór bilurin av vegnum og koyrdi síðani á gonguteigin, har bilurin síðani rendi á fólk, sum vóru á gonguteiginum. At enda rendi bilurin í eitt vindeyga. Síðani varð sjaførurin handtikin av týsku løgregluni.