Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin og fyrrverandi formaðurin í Vinstra andaðist í nátt, 80 ára gamal.
Hann hevur verið sjúkur av krabbameini í longri tíð og í vikuni gjørdist so ring, at sonur hansara, núvernsi formaðurin í Vinstra-flokkinum, Jakob Ellemann-Jensen valdi at fara heim frá Fólkafundinum fyri at vera hjá pápa sínum.
Uffe Ellemann-Jensen er ein av teimum heilt kendu donsku politikarunum í nýggjari tíð.
Hann var formaður í Vinstra-flokkinum frá 1984 til 1998, og var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Poul Schlüter frá 1982 til 1993.
Millum annað er hann kendur fyri tíðarskeiðið, tá donsku ES-undantøkini vóru sett í gildi, tí tey vóru ikki akkurát í tráð við hansara egnu fatan.
Uffe Ellemann-Jensen var upprunaliga journalistur áðrenn hann gjørdist politikari, og var tiltikin dugnaligur kjakari.
Hann var giftur við Alice Vestergaard og tey høvdu fýra børn.