Wales hevur vunnið seg til eitt HM-endaspæl fyri fyrstu ferð síðan 1958, men starvsfólk hjá fótbóltssambandinum og landsliðnum hjá Wales fara ikki at ferðast til Katar, tá HM byrjar miðskeiðis í november mánað. Hetta, tí tey meta, at Katar ger mismun á minnilutabólkar í landinum.
– Tað eru nøkur, ið ikki fara at ferðast til endaspælið, og tað hava tey allan rætt til sjálvi at avgera, sigur formaðurin í walisiska fótbóltssambandinum, Noel Mooney, við BBC.
Tað er ikki loyvt at vera samkyndur í Katar, og av tí sama kann dómurin fyri at vera samkyndur í Katar vera sera strangur – í ringasta føri er deyðadómur ein møguleiki í teoriini.
HM-endaspælið í Katar, sum er í døgunum frá 21. november til 18. desember hevur eisini verið kritiserað kring heimin fyri brot á onnur mannarættindi umframt ringu arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, ið hava bygt leikvøllirnar í Katar.
Formaðurin í walisiska fótbóltssambandinum heldur, at tað hevði ikki verið rætt at boykotta HM-endaspælið heilt. Heldur skal fótbóltssambandið brúka kappingina sum ein plattform til at royna og betra um liviumstøðurnar í Katar og royna at fáa ein góðan dialog við myndugleikarnar har um mannarættindi og gestaarbeiðararnar.
– Fótbóltssambandið fer at hava ein virknan lut í hesum, sigur Noel Mooney við BBC.
Áður hevur “Rainbow Wall”, ið er almenna LGBTQ+ viðhaldsfelagið hjá walisiska landsliðnum, boðað frá, at tey fara ikki at ferðast til Katar seinni í ár.
Wales tryggjaði seinasta evropeiska atgongumerkið til HM-endaspælið í Katar við at vinna á Ukraina í playoff-finaluni 5. juni.