Tvey dripin og 21 skadd í Oslo í nátt

Ein 42 ára gamal maður er tikin og skuldsettur fyri dráp, drápsroynd og yvirgangsálop eftir skottilburðirnar tveimum barrum í Oslo í nátt. Hann drap tvey og særdi tíggju, og 11 fingu skaða, tá tey rýmdu í hurlivasanum

Løgrelan hevur illgruna um, at álopið í nátt hevði samband við Oslo Pride, sum skuldi vera seinnapartin (Mynd:EPA-EFE)
Sveinur Tróndarson
25. juni 2022 kl. 12:11

Tað var beint áðrenn klokkan eitt korter yvir eitt í nátt, at løgreglan í Oslo fekk fráboðan um, at ein maður var farin at skjóta frá hond í miðbýnum í norska høvuðsstaðnum.

Hann byrjaði at skjóta inni á Per på Hjørnet, sum er ein pubb, og tað var eisini har tey dripnu vóru. Haðani fór maðurin víðari til London Pub, sum er ein kent stað millum samkynd í Oslo.

Maðurin varð handtikin uttanfyri rættarbygningin í Oslo klokkan 01.19, bara fimm minuttir eftir at løgreglan fekk fráboðan um hendingina.

Talan er um ein norskan statsborgara, sum upprunaliga er irani, sum fyrr er dømdur fyri harðskap av serliga ógvusligum slagi og fyri at krógva rúsevnir.

Í morgun hevur norska fregnartænastan boðað frá, at hon kendi mannin, men einki verður sagt um hví.

Sum skilst arbeiðir norska løgreglan út frá tí teori, at maðurin arbeiddi einsamallur í hedum føri. Kanningar eru gjørdar á ymsum adressum í Oslo, og millum annað hevur løgreglan lagt hald á tvær telefonir, sum skulu vera við til at lýsa málið, sigur løgreglan í Oslo í morgun sambært norskum miðlum.

Norskir miðlar upplýsa, at tíggju fólk hava fingið álvarsligar skotskaðar, men at eingin teirra er í lívsvanda. Harafturat vórðu 11 fólk skadd í hurlivasanum, tá tey royndu at flýggja frá hendingini.

Motivið til hendingina er enn ókent, men løgreglan arbeiðir út frá einari hypotesu um psykiatri og hatkriminalitet, skriva norskir miðlar. 

Oslo Pride skuldi vera í dag, men tað er fyribils avlýst eftir hendingarnar í nátt, sum millum annað fóru fram inni á eini pubb fyri samkynd.

Maðurin var útgjørdur við tveimum vápnum, harav einum automatvápni, tá hann var tikin. Talan er sambært løgregluni um eldri vápn.