Russland sleppur ikki at flyta vørur gjøgnum Litava

Litava letur aftur fyri flutningi av vørum millum Russland og Kaliningrad

Kaliningrad er ein russisk enklava, ið liggur millum Pólland og Litava. Kaliningrad er strategisk týdningarmikil fyri russiska herin og russiska hjáveru í Eystursjónum umframt ein umskipingarhavn fyri vørur til og frá Russlandi
Sigurjón Einarsson
22. juni 2022 kl. 11:27

Støðan er blivin nakað spent millum Russland og Litava, ið er limur í Nato, seinastu dagarnar. Hetta hendir, eftir at Litava hevur valt at seta ES-revsitiltøk í verk, sum millum annað gongur útyvir russiska innlendisøkið í Kaliningrad.

Litava hevur avgjørt, at ongar vørur skulu flytast við toki millum Russland og avmarkaða lítla russiska landumráði í Kaliningrad, ið liggur millum Litava og Pólland.

Russland kallar hetta fyri eitt ólógligt stig, og hóttir við at løna hesum aftur.

Tað skrivar dr.dk.

(Grafikur: Morten Fogde Christensen/dr.dk)

Revsitiltøkini vórðu sett í verk í vikuskiftinum, har øll tok blivu steðgað, sum høvdu vørur á revsilistanum. Talan er millum annað um kol, metallir, byggitilfar og framkomin tøkni.

Forsætisráðharrin í Litava, Ingrida Simonyte, sigur, at Litava hevur ikki ætlanir at víðka revsitiltøkini, men at landið fylgir revsitiltøkunum, sum ES hevur sett í verk móti Russlandi. Tað hevur fingið leiðaran fyri trygdarráðið í Kreml, Nikolai Patrushev, at svara aftur:

– Vit fara at seta tiltøk í verk í nærmastu framtíð, sum fer at fáa stórar avleiðingar fyri fólkið í Litava, verður Patrushev siteraður fyri, sambært dr.dk.

Uttanríkisráðið í Russlandi hevur eisini sent boð eftir litaviska sendimanninum í Moskva, ið skal standa skúlarætt fyri litavisku avgerðini.

Russland krevur, at revsitiltøkini, sum eru sett í verk móti flutningi av vørum millum Russland og Kaliningrad, verða sett úr gildi aftur, ið russiska stjórnin heldur er ólógligt.