Dr-tíðindi visti fyrr í kvøld at siga, at fundur varð vístur í russiskum sjónvarpi millum forsetan í Belarus, Aleksandr Lukasjenko, og russiska forsetan, Vladimir Putin, í heimbýi Putins, St. Pætursborg.
Á fundinum bar Lukasjenko fram stúran. Pólland og Litava skuldu hava víst stríðshugaðan og ódámligan politik mótvegis Belarus. Lukasjenko bað Putin um hjálp, hetta fyri at kunna svara aftur flúgving framda av Nato-flogførum nærhendis belarussiska markið.
Sambært Lukasjenko, so skuldu hesi vera útgjørd við kjarnorkuvápnum.
- Minsk má gera seg til reiðar til alt. Eisini til at nýta hættislig vápn fyri at verja land okkara úr Brest og til Vladivostok, skal Lukasjenko hava sagt í russiskum sjónvarpi.
Umframt Iskander-M missilskipanir, so lovaði Putin, at belarussisk Su-25 veiðuflogfør skulu uppstigast á russiskum verksmiðjum.