Fyri 37 árum síðan var hittið hjá Kate Bush “Running Up That Hill” at finnast á altjóða tónleikahittlistum kring heimin.
Nú endurtekur søgan seg, men hesa ferð er tað ein serlig orsøk til, at 80-ara hittið enn einaferð er at finna á hittlistunum kring heimin, skrivar The Guardian.
“Running Up That Hill” spælir – uttan at siga ov nógv – ein heilt avgerandi leiklut fyri kvinnuliga høvuðsleiklutin, Max, í vælumtóktu Netflix-raðsendingini, Stranger Things, nú fjórða sesong av raðsendingini verður send.
Fríggjadagin var sangurin nógv deildur á sosiala miðlinum TikTok, og so kom fer á.
Síðan í síðstu viku hevur sangurin gjørt eitt comeback á hittlistum kring heimin og liggur nú nummar átta í Bretlandi. Sangurin er eisini millum fimm tey mest spældu løgini á Spotify og iTunes. Í USA er talið av avspælingum hækkað við 9.900 prosentum.
Tað er heldur ikki farið aftur við borðinum hjá bretsku sangarinnuni, at ein av hennara sangum aftur er at finna á hittlistunum.
– Hetta er ógviliga spennandi, skrivar Kate Bush á sínari heimasíðu.
Víðari skrivar hon:
– Tú hevur kanska hoyrt, at fyrsti partur av fantastisku og nýggju raðsendingini, Stranger Things, er at síggja á Netflix. Har er millum annað “Running Up That Hill”, ið hevur fingið eitt heilt nýtt lív millum tey ungu, sum elska raðsendingina – eg elski hana eisini, skrivar hon og endar við at senda eina heilsan til sínar nýggju fjepparar:
– Túsund takk til tykkum øll, ið hava stuðlað sanginum.
Til ber at hoyra sangin her: