Samgongan hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, Ensemble, misti í gjár meirilutan á tjóðartingsvalinum. Samgongan fekk einans 245 umboð útav 577 sessum í franska tjóðartinginum. Sostatt er tað ikki nóg mikið til at varðveita meirilutan. Í gjár var seinna og avgerandi umfarið í valinum til franska tjóðartingið.
Størsti kappingarneyttin hjá Macron, Marine le Pen, stóð seg ómetaliga væl. Samanlagt fekk flokkur hennara, Tjóðskaparlig Savning, 89 sessir, ið er meir enn tíggju ferðir so nógv umboð sum flokkurin hevði undan valinum.
Samgongan hjá Macron, sum fekk 245 sessir, hevur kortini flestar sessir í tjóðartinginum, men tríggir av ráðharrunum í stjórnini høvdu boðað frá frammanundan, at teir fóru at leggja frá sær, um teir ikki vóru valdir í tjóðartinginum. Hetta er galdandi fyri Brigitte Bourguignon, Justine Benin og Amélie de Montchalin.
Vallutøkan í ár var óvanliga lág. Einans 46, 2 prosent av teimum, ið høvdu valrætt atkvøddu.