USA: Forstjóri lovar at rinda fyri útreiðslur í samband við fosturtøku

David Solomon, sum er forstjóri í Goldman Sachs, lovar, at felagið rindar ferðaútreiðslurnar hjá starvsfólkum, ið ferðast til ein annan stat at fáa framt eina fosturtøku, eftir at Hægstirættur í USA hevur ógildað avgerðina frá 1973, “Roe vs Wade”, sum tryggjar rættin til fosturtøku í øllum USA

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
28. juni 2022 kl. 17:11

Trýst elvir til móttrýst, verður mangan tikið til. Og hetta ger seg nú eisini galdandi í USA, nú Hægstirættur fríggjadagin ógildaði “Roe vs Wade”-dómin frá 1973, ið tryggjar rættin til fosturtøku í øllum USA. Nú verður tað upp til statirnar sjálvar at avgera, hvørt fosturtøka skal vera loyvt ella ikki.

Avgerðin fer væntandi at hava við sær, at fosturtøkubann ella -avmarkingar koma í gildi í umleið helvtini av amerikansku statunum innan fyri fáar vikur.

Sama dag sum Hægstirættur ógildaði dómin, so boðaði leiðslan í Goldman Sachs frá, at felagið frameftir fer at gjalda allar ferðaútreiðslur í samband við, at starvsfólk, ið arbeiða í statum, har fosturtøka verður ólóglig, kunnu ferðast til annan stat at fáa eina fosturtøku framda, har felagið rindar rokningina.

Eisini JP Morgan kom við líknandi boðum fríggjadagin.

Tað var á intranetinum hjá Goldman Sachs, at forstjórin, David Solomon, kom við fráboðanini, sum amerikanski miðilin Insider hevur fingið innlit í.

– Í dag víðka vit okkara endurgjaldspolitikk, so tað nú eisini fevnir seg um allar medisinskar viðgerðir, herundir eisini í samband við fosturtøku, er hetta ikki møguligt nærhendis har tú býrt, stendur millum annað í fráboðanini til starvsfólkini í Goldman Sachs.

Umframt Goldman Sachs og JP Morgan, so leggjast aðrar fyritøkur afturat, sum eisini hava kunngjørt fyri sínum starvsfólki, at tey eru sinnaði at rinda fyri ferðaútreiðslur í samband við at fáa fosturtøku framda í øðrum stati, nú “Roe vs Wade”-avgerðin frá 1973 er ógildað av Hægsarætti í USA.

Úr rúgvuni kunnu nevnast Meta (móðurfelagið hjá Facebook), Microsoft, Uber, Nike, Disney, YouTube, Amazon, Apple, AT&T, Levi Strauss, Netflix, Starbucks, Tesla og Walmart. Eitt yvirlit yvir fyritøkurnar sæst her.