Fuglakrím ger um seg í heimsins størsta súlustovni

Súlustovnurin á Bass Rock í Skotlandi er í hesum døgum illa raktur av fuglakrími, og hildið verður, at deyðar súlur í Danmark koma frá júst hesum stovninum

Súla. Mynd: Andreas Trepte/Wikimedia Commons
Steinar Patursson
20. juni 2022 kl. 10:24

Heimsins størsti súlustovnur, sum er á Bass Rock eystan fyri Edingburgh í Skotlandi, er nú raktur av fuglakrími, og seinastu tvær vikurnar eru 167 deyðir fuglar tiknar upp í fjørðuni í sýsluni Eysturlothian – flestu teirra súlur.

Um 150.000 súlur liva á Bass Rock, og ein talskvinna fyri býráðið í Eysturlothian sigur sambært BBC, at trupulleikin tykist at vera, at súlur reiðrast so tætt við hvørja aðra.

Boðini um fuglakrím á Bass Rock koma stutt eftir, at fuglakrím eisini er staðfest á St. Kilda, ið er vestan fyri Skotland.

Vakmyndatólsupptøkur frá Bass Rock vísa, at súlustovnurin er stórari afturgongd, og Susan Davies frá Scottish Seabird Centre sigur við BBC, at tey eru hjálparsleys at gera nakað við støðuna.

Og tað er ikki bara í Skotlandi, at tað ber til at finna deyðan fugl við sjóvarmálan, tí eisini í Danmark hava tey funnið deyða súlu við vesturstrondina, sigur DR.

Við DR sigur Dansk Ornitologisk Forening, at alt bendir á, at talan er um fuglakrím, og at deyðu súlurnar ivaleyst koma úr Bass Rock í Skotlandi.

Fuglakrím er eisini staðfest í Føroyum bæði í fjør og í ár, tá ein svartbakur, ið varð funnin deyður á sandinum í Sørvági 21. januar fekk staðfest fuglakrím.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði tá kannað 58 fuglar, men tað var bert hesin svartbakurin, ið hevði fuglakrím.

Heilsufrøðiliga starvsstovan heitir kortini á fólk um at boða frá, um tey síggja deyðan fugl.