Í morgun helt danska forsætiráðfrúan, Mette Fredriksen, tíðindafund um koronastøðuna í Danmark. Aftrat henni vóru danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, stjórin í danska heilsustýrinum, Søren Brostrøm, og stjórin í Statens Serum Institut, Henrik Ullum.
Mette Fredriksen legði stóran dent á, at tað ikki ber til at spáa um korona, tískil mugu vit vera fyrivarin. Tíðindafundurin snúði seg serliga, um vaksandi talið av korona í Danmark í løtuni og koronaætlanina hjá Danmark í heyst. Donsku heilsumyndugleikarnir vænta eina koronabylgju í heyst.
- Borgarar í vandbólkinum fáa bjóða eitt prik aftrat í næstu viku
- Allir danir omanfyri 50 ár fáa bjóða fjórða prikið frá 1. oktobur
- Í heyst er ætlanin, at 2,5 milliónir borgarar fáa bjóðað enn eina koppseting. Eitt sokallað "boosterprik"
Tilgongdin til korona er broytt. Tað snýr seg ikki longur um at forða smittuni av korona, men ístaðin at forða fyri, at fólk gerast álvarsliga sjúk av smittuni.
- At bjargamannalívið – verja eldri og veik
- Verja sjúkrahúsini – forða fyri at byrðan hjá sjúkrahúsunum verður ov tung
- Verja danska búskapin og starvsplássini
- Forða fyri at samfelagið fer niður í ferð
Hóast tíðindafundurin snúði seg um korona, koppseting og vaksandi smittu, so tóktist hesin tíðindafundurin øðrvísi enn teir undanfarnu. Forsætisráðfrúan ið var klødd í summarlittum, bað danska fólkið minnast til at njóta summarið.
Mette Fredriksen greiddi frá, at við tí vitanini, sum Danmark hevur nú, so væntar hon ikki, at stór tiltøk í summar og heyst fara at vera ávirkað av koronaavmarkingum.
Í løtuni verður mett, at høvuðskoronavarianturin í Danmark í løtuni er BA5 varianturin. Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, greiddi frá núverandi støðuni í Danmark. Samanlagt eru 1.958 borgarar smittaðir við korona. 249 eru innlagdir og seks sjúklingar liggja á intensivu deild.