Hægstirættur tikið avger: Kvinnur missa rættin til fosturtøku í USA

Hægstirættur í USA hevur í dag ógildað avgerandi úrtøkuna frá 1973 “Roe vs Wade”, ið tryggjar rættin til fosturtøku í øllum USA

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
24. juni 2022 kl. 16:41

Hægstirættur í USA hevur í dag ógildað avgerandi úrtøkuna frá 1973 “Roe vs Wade”, ið tryggjar rættin til fosturtøku í øllum USA.

Tað skrivar Reuters.

Tað merkir, at grundlógarrætturin hjá amerikanskum kvinnum, um at fáa framt eina fosturtøku, fellur burtur. Ístaðin verður tað nú upp til hvønn einkulta statin, sum nú sjálvt skal avgera, hvørt tað skal vera lógligt ella ei at fremja fosturtøku.

Søguliga avgerðin var væntandi, eftir at eitt upprit hjá Hægstarættinum lak út til almenningin, har ein meiriluti av teimum níggju dómarunum í Hægstarætti fóru at atkvøða fyri at ógilda søguliga avgerðina frá 1973 úr gildi.  

Og soleiðis bleiv tað eisini í dag, tá tað skuldi atkvøðast í málinum. Fimm atkvøddu fyri at broyta avgerðina, meðan fýra atkvøddu ímóti.

Í grundgevingini fyri avgerðini siga dómararnir, at avgerðin, um at geva kvinnum rætt til at fáa framt fosturtøku innan 24. til 28. viku, ið “Roe vs Wad”-dómurin hevði við sær, var skeiv, eftirsum tað í amerikansku grundlógini einki verður nevnt nakað ítøkiligt um rættin til fosturtøku.