Í hesum døgum er rættarmálið ímóti fyrrverandi Fifa-forsetanum, Sepp Blatter, og Uefa-forsetanum, Michel Platini, í gongd. Men Sepp Blatter skilir ikki, hví hann er ákærdur fyri pengasvik, sambært tíðindastovuni, NTB.
Sambært fyrrverandi Fifa-forsetanum, so er upphæddin, sum Fifa flutti táverandi forsetanum í Uefa, Michel Platini, bert eftirgjalding av løn hansara. Upphæddin, ið talan er um, er tvær milliónir sveisiskir frankar.
- Tað var ein sein gjalding av løn, sigur Sepp Blatter sambært NTB. Júst hesin pengaflutningurin uppá tvær milliónir í sveisiskum frankum, er miðpunkti í rættarmálinum ímóti fyrrverandi Fifa-forsetanum og fyrrverandi Uefa-forsetanum.
Í 2015 sá tann sokallaða Fifa-gølan dagsins ljós. Eftir hetta vóru bæði Sepp Blatter og Michel Platini útihýstir frá fótbólti. Kanningararbeiðið í málinum hevur tikið umleið seks ár. Áðrenn rættarmálið byrjaði vóru bæði Sepp Blatter og Michel Platini bjartskygdir.
Áðrenn Fifa-gølan kom fram, var franski, Michel Platini, fyrst og fremst kendur fyri at vera millum heimsins bestu fótbóltsleikarar. Hin høvuðsleikluturin í rættarmálinum, Sepp Blatter, er ongin unglingi longur og tað sást eisini í rættarsalinum í gjár, tá hann fekk trupulleikar við andadráttinum. Sepp Blatter, sum er úr Sveis, er 86 ára gamal.
Sepp Blatter var forseti í Fifa frá 1998 fram til 2015
Michel Platini var forseti í Fifa frá 2007 fram til 2015