Norska trygdarløgreglan tosaði við drápsmannin í mai

PST arbeiðir út frá, at talan er um eina ekstrema islamistiska yvirgangsatsókn, og fyrstu ferð trygdarløgreglan hevði samband við mannin var í 2015

Norsku krúnprinsahjúnini vóru í dag á staðnum og løgdu blómur fyri teimum deyðu og særdu (Mynd: EPA-EFE)
Sveinur Tróndarson
25. juni 2022 kl. 16:03

Tað er ein persónur, sum fyrr er farin um lógarinnar mark, sum í nátt varð tikin fyri yvirgangsálopini móti pubbunum Per på Hjørnet og London í miðbýnum í Oslo í nátt.

Tveir menn lótu lív, annar var 50-unum og hin í 60-unum, tíggju fólk fingu skotsár, størri og minni, og 11 fólk fingu skaða, tá tey royndu at flýggja undan ruðulleikunum.

Løgreglan segði í morgun, at maðurin var skuldsettur fyri morð, morðroynd og yvirgang, og nú sigur norska trygdarløgreglan PST, at arbeitt verður út frá, at talan er um eina elstrema islamistiska yvirgangsatsókn, sum hendi í norska høvuðsstaðnum í nátt.

Tann 42 ára gamli maðurin, sum var handtikin eftir atsóknina, hevur fleiri ferðir verið í karambolasju við norsku myndugleikarnar.

Fyrstu ferð var í 1999, tá hann sum 19 ára gamal, varð dømdur inn at sita í tíggju mánaðir fyri á náttklubba at hava stungið ein annan næming. Hann varð seinni fríkendur fyri at hava stungið, tí tað kundi ikki prógvast, at hann førdi knívin, men hann fekk tá ein dóm uppá 30 dagar fongsul fyri at hava sparkað og sligið. Ta ferðina tók rætturin atlit til unga aldurin, og at hann hevði sjónligar sálarligar trupulleikar.

Í 2016 fekk hann ein dóm uppá 120 dagar fongsulsrevsing fyri at hava havt kokain um hendur, harav 90 dagar vóru treytaðir. Talan var um eitt mál sum byrjaði í 2007, og tað hevði dómarin við í tonkunum, tá hann ásetti revsingina.

Norska trygdarløgreglan PST hebur havt eyguni við manninum, sum upprunaliga kemur úr kurdiska partinum av Irak síðan 2015, tí mann var bangin fyri, at hann var blivin radikaliseraður og at hann var partur av einum ekstremum islamistiskum umhvørvi í Noregi

Hvat fyri umhvørvi talan er um vil PST einki siga um, bara at hann sympatiseraði við ISIL.

PST hebði sum nevnt frammanfyri samband við mannin í mai í ár, tí hann hevði víst áhuga fyri marleringum og útsagnum, sum kunnu tulkast sum niðurger av islam.

- Vit mettu tá ikki, at hann hevði ætlanir um yvirgang ella harðskap, og vit hava ikki mett hann sum ein av trimum, sum vit skuldu vera bangin um og hava eyguni serlig eftir, sigur stjórin í PST við norskar miðlar.

Enn er eftir at finna eitt motiv til hendingina, men John Christian Elden, verji hjá manninum, ivast sambært norskum miðlum í, um tað er nakað avgjørt motiv. Tap kemur tó fram seinni. Eisini um maðurin játtar seg sekan.