– Hví hevur Grønland eitt reytt ES-pass, tá føroyingar hava eitt grønt?
Tann spurningin skal danski løgmálaráðharrin, Mattias Tesfaye, nú svarað upp á. Tað er grønlendski fólkatingslimurin Aaja Chemnitz Larsen frá Inuit Ataqatigiit, ið spyr donsku stjórnina hendan spurningin.
Tað skrivar grønlendski miðilin, AG.
– Eitt føroyskt pass skilir seg frá tí grønlendska passinum, tí tað hevur ein annan lit. Harumframt eru upplýsingar á føroyska passinum, at viðkomandi, ið eigur passið, hevur bæði føroyskan og danskan ríkisborgararætt, stendur í fyrispurningunum til danska løgmálaráðharran og heldur fram:
– Í Føroyum kunnu fólk, eins og í Grønlandi, sjálvi velja, um tey vilja hava eitt pass úr heimlandinum ella úr Danmark. Kann ráðharrin upplýsa, hvussu nógvir føroyingar velja føroyska passið?
– Og er tað møguligt at fáa eitt grønlendskt pass, har tað stendur, at ein hevur grønlendskan og danskan ríkisborgararætt, spyr Aaja Chemnitz Larsen danska løgmálaráðharran, ið hevur til eftir summarferiuna, tá Fólkatingið kemur saman aftur, at fáa neyðugu upplýsingar um málið.
Grønlendski miðilin, AG, hevur spurt Aaja Chemnitz Larsen, um tað ger nakran mun, at passið bleiv gjørt meira grønlendskt.
– Vit tosa ofta um ríkisborgararættin, sum í dag er danskur, men sum mong síggja fyri sær verður grønlendskur í framtíðini. Fyri mong kann tað vera eitt týdningarmikið symbol og ein stoltleiki – at hava eitt grønlendskt pass, svarar hon AG.