B.T. gevst sum blað

Aftaná ársskiftið gevst B.T. at útgeva í blaðútgávu. í 2023 og framyvir verður B.T. einans ein talgildur miðil

Kristian Waag Dam
22. juni 2022 kl. 13:50

Tá árið er runnið, fer tað ikki at vera møguligt at lesa B.T., sum tíðindablað, tí tá gevst B.T. at útgeva í blaðútgávu. Aftaná ársskifti verður B.T. bert ein talgildur miðil.

- Tey seinastu fýra árini er B.T. vaksið eksplosivt digitalt til nú at vera størsti tíðindamiðil í Danmark, sigur blaðstjórin, Pernille Holbøll,  í BT í tíðindaskrivinum.

- Meðan tíðindablaðið er farið øvuta vegin og er skjótt ikki fíggjarliga burðardygt, sigur hon. B.T. hevur verið útgivið síðan 1916.

Í tíðindaskrivið greiðir B.T. frá, at aftaná nýggjár verður B.T. ein ókeypis talgildur tíðindamiðil, sum skal fíggjast av lýsingum.

B.T. letur aftur sínar redaksjónir í býunum Aarhus, Odense og Aalborg og frá nú í summar kemur blaðið bert í einari landsdekkandi útgávu.

Avgerðin um at gerast ein talgildur miðil burturav, ber við sær at áleið tíggju fólk, harav fýra journalistar missa starv sítt. Sambært Berlingske, so gevst blaðstjórin á B.T., Jonas Kuld Rathje, í sama viðfangið.