Tað var fyrst í apríl í ár, at italski sjokulátaframleiðarin Ferrero afturkallaði Kinderegg í fleiri evropeiskum londum, eftir at illgruni um nakrar salmonella-tilburðir tók seg, tí fólk høvdu etið Kinderegg.
Nú hevur ákærumyndugleikin í París sett eina kanning í verk, sum skal finna útav, hvørt Kindereggini og salmonella-tilburðirnir hoyra saman.
Umleið 150 tilburðir vórðu staðfestir í níggjum evropeiskum londum, ið vórðu sporaði aftur til Kinderegg, sum vóru framleidd í Belgia.
Ferrero Scandinavia AB afturkallaði í hesum sambandi Kinder Surprise, Kinder Surprise Maxi, Kinder Schokobons og Kinder Mini Eggs vegna vanda fyri salmonella í Kinder-vørum, sum eisini vóru seld í Føroyum.
Les meira: Afturkalling av sjokulátavørum vegna illgruna um salmonella
Franski ákærumyndugleikin er við at kanna, um italski sjokulátaframleiðarin Ferrero skal ákærast fyri grovt ósketni.
Virkið í Belgia læt aftur í nakrar vikur, eftir at salmonella varð staðfest har. Í alt trý tons av Kinder-vørum vórðu afturkallað.