Eurovision verður ikki í Ukraina komandi ár

Ukraina sleppur ikki at vera karmur rundanum Eurovision komandi ár, hóast Ukraina vann tónleikakappingina fyrr í ár

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
17. juni 2022 kl. 12:48

Vanligt er at landi, ið vinnur Eurovision skal vera verttjóð árið eftir, men Ukraina verður ikki karmur rundanum kappingina í næsta ár, hóast landið vann kappingina í ár.

European Broadcast Union (EBU), ið skipar fyri Eurovision, hevur avgjørt, at Bretland skal vera vertur, heldur enn Ukraina, av tí at núverandi støðan í Ukraina ger tað ábyrgdarleyst at halda heimsins størstu tónleikakapping í landinum komandi ár.

- Orsakað av uttanveltaðum kanningum hava tilvísingarbólkurin og nevndin í Eurovisions Song Contests við sorg avgjørt, at orsakað av teimum núverandi umstøðunum, eru neyðugu trygdar krøvini, sum vera kravd av einum bjóðari til at vera verttjóð, ikki hildin av UA:PBC (ríkissjónvarpið í Ukraina), skrivar EBU í einum tíðindaskrivið um avgerðina.

Ístaðin fyri Ukraina, so er ætlanin, at Bretland skal vera vertur fyri kappingini í komandi ár, av tí at Bretland gjørdist nummar tvey til kappingina í ár.

– Tað er okkara ætlan, at sigurin hjá Ukraina skal síggjast aftur í kappingini komandi ár. Tað fara vit at raðfesta í samráðingunum við teimum komandi vertunum, skrivar EBU í tíðindaskrivinum.