Mentan
Avsetti kongurin í Ovara Mustang
Mustang, ella kongsríkið Lo, varð stovnað í 1380 og var sjálvstøðugt, til tað í 1795 varð limað inn í kongsríkið Gorka, nútíðar Nepal. Men kongurin í Lo slapp at hava heitið og eitt sindur av valdinum til 1961, tá ið øll tegnlond og fúrstadømi vórðu tikin av (eins og allir politiskir flokkar). Gjøgnum øldirnar hevur lítla kongsríkið havt meira samband við Tibet enn við Nepal; íbúgvarnir halda seg til tibetanska buddismu, ganga klæddir sum tibetanarar og tosa eitt tibetanskt málføri