Tónleikaummæli: Tjaldur ver vælkomið!

Um nú lesarin hugsar við sær sjálvum, at tað man vera nakað seint at rigga til tjaldursvælkomu nú síðsummarið er farið at líða, skal eg skunda mær við frágreiðingini, at vælkoman er fyri feskastu tónleikaútgávuni hjá Teiti Lassen, sum kemur í dag 3. september við einum tjaldri á plátuhúsanum

Kinna Poulsen
6. september 2021 kl. 13:00

Minnast tit letingaramsuna? 

Tað er hin, sum sigur at: Mánadag havi eg onki at gera, týsdag havi eg góða tíð, mikudagur má mín frídagur verða, hósdag gangi eg tonkum í, fríggjadag geri eg hvat eg vil, leygardag stundar halgan til og so er vikan úti. 

Hana komi eg í tankar um og ikki bara einaferð, tá eg lurti eftir nýggju útgávuni hjá Teiti Lassen. Men forteknið er øvugt. Tí tað er einki við, at støðan hjá letinginum verður speirikin her. Beint tvørturímóti verður hon hámett sum í síni tíð “Fool on the hill” hjá Paul McCartney.

Nýggja útgávan hjá Teiti Lassen, ”Cazodor de Ostra” inniheldur fleiri sangir, har yrkjaraegið 

ynskir at sleppa undan at gera nakað og sum heild trívist við einki at gera, til dømis í hugsunarsomu letingaballaduni ”Sita fyri einki”, sum fær meg at brosa av regluni ”Eg mediteri aldrin/ eg dugi ikki Yoga/ tað er mær ein andsøgn, tí eg vil bara sita fyri onki”. 

Hugburðurin er øðrvísi enn tann, vit eru vaksin upp við, har tað altíð var betri at gera enn at vera, tankagongdin her tykist demonstrativt antiliberalistisk og ímóti støðuga kravinum um nyttuvirði og vøkstur.

Tey tólv løgini á útgávuni eru annars ymisk bæði í sinn og skinn. Meðan okkurt klingar fólksligt og eitt annað njórar countrypopput, eru summi løg einføld og løgin sum skjaldur, meðan onnur hava jazzkenslu og so er tað eisini tey, ið eru glitrandi poppsløtt, djúp og breið og flott.

Argentina

Tað er Teitur sjálvur, ið hevur skrivað, framleitt og útsett løgini á útgávuni, sum er upptikin í Mawi, Buenos Aires í Argentina v/ Feco Escofet seint í 2019. Ljóðbland gjørdi Davi Izumi Lynch í Echo Zoo, Eastbourne í Onglandi. Mastring stóð Barry Grint í Air Studios í London fyri. Axel Krygier og Lucio Mantel stóðu fyri at savna saman tónleikarar í Argentina og teir eru framúr, tónleikararnir, sum spæla inn live uppá forkunnug ljóðføri sum bandoneon, hørpu, sitar, charango, ymisk strúkara- og trummuljóðføri. 

Teitur hevur áður verið í Argentina á turné í Suðuramerika í 2016 sum partur av Dias Nordicos saman við ROSA og Spotfestivalinum í Danmark. Tá gjørdist hann áhugaður í studionum í Buenos Aires og hann hevur seinni samstarvað við omanfyrinevnda argentinska tónleikaran Lucio Mantel. 

Teitur greiðir frá, at hetta við at fara til Argentina fyri at spæla inn plátuna, gav grundhugskotið at blanda føroyskar og ensktmæltar sangir helvt um helvt. Hann greiðir soleiðis frá: 

”Argentinskir tónleikarar hava eina djúpa fatan av siðbundnum fólkatónleiki – tá teir standa saman í bólki við ljóðførum, fylgja teir natúrliga sangaranum óansæð hvussu formurin er – og tey kenna eisini til innpældan tónleik í Europa og USA. Eg syrgdi fyri, at tónleikararnir dámdu at improvisera og at teir høvdu tað gott við ikki at vita ov nógv frammanundan, so at vit bara kundu reagera og lurta eftir hvørjum øðrum og hava tað stuttligt saman..”

Kosmopolitiskur letingapoppur av bygd í bý

Ljóðið er sjáldsama gott, fjálgt, týðiligt og gjøgnumskygt á útgávuni. Mann hoyrir serstakliga væl bæði ta vøkru, ljósu sangrøddina hjá Teiti heilt frammi í ljóðmyndini og kompositiónirnar undir og við síðuna av við samansettum løgum av øllum møguligum ljóðførum og ljóðum. 

Eg giti, at útgávan fer at rigga væl á vinylplátu langt burtur frá talgildum miðlum og eg gleði meg til vinylplátan kemur í november. 

Útgávuheitið, Cazodor de Ostras klingar fremmant, men er ikki meira ókunnugt enn sum so, at tað merkir Tjaldur á sponskum. 

Men hví velur Teitur eitt spansktmælt heiti? Hetta kemst óivað av argentinska vinklinum, at útgávan er upptikin í Buenos Aires. Sjálvt um Velbastaður av sonnum er ein vøkur og vaksandi bygd, sum seinastu árini er farin at draga at sær kreativa klassan nakað sum blómunektar dregur býflugur at sær, so er fjarstøða og munur millum lítlu bygdina fyri vestan og so veldiga høvuðsstaðin, milliónbýin í Argentina, Buenos Aires. Og júst mótsetningin millum tað lítla og tað stóra, tað bygdasliga og tað kosmopolitiska, tað eyma og tað humoristiska, tað heimliga og tað útlendska megnar Teitur Lassen at brúka kreativt í allari verkætlanin við løgum, ið eru hugsað og skapt bæði í Føroyum og í Los Angeles og sum síðani er tikin upp í Argentina. Útgávan er bæði ómetaliga kollektiv við hópin av samstørvum út í heim, samstundis sum talan er um eina sera Teitursliga plátu. 

Humanistiskur poppur

Fyrsta lagið, ”Youre just like me” er eitt sovorðið herligt humanistiskt popplag, eyðkent fyri Teit við poetiskum reglum, ið tó, at tær eru leikandi lættar, sita og raka væl. Sjálvt um heimkenslan er sterk, er útsýnið globalt á útgávuni, tað hoyra vit heilt ítøkiliga á teimum fremmandu og fjølbroyttu ljóðførunum. 

Vit síggja tað eisini á litføgru permumyndini, sum Teitur sjálvur hevur gjørt, at tjaldrið er flogið til heitari lond. ”Streymurin er farin” er eitt stillisligt lag, eitt fitt fløskubræv og eitt góðvarið ynski um eina stillføra og meira viðkomandi tilveru við størri nærveru og minni av øllum hinum, sum bimlar og bamlar og órógvar okkum. 

Her eru vakrir kærleikssangir, sum tann inniligi ”Start again” um okkum menniskju, sum í gerandisdegnum, koma til at slíta og særa hvønnannan, men sum alla tíðina eru við uppá at byrja umaftur, og í tí viljanum býr kærleikin. 

Eymleiki, trúskapur og vinaløg eru afturvendandi evni og í vakra lagnum ”Looked a lot like love” er tónin sorgblíður í tankanum um okkurt, sum líktist kærleika og kundi havt verið, men sum ikki var.

”Rosemary and Rain” er eitt droymandi afturlítandi sangur um nakað sum var einaferð og ”Lær meg at dansa” hevur sama mjúka, living is easy huglag við jammandi tónleikarum og stuttligum, tilvitaðum neyðrímum sum ”Eg eri ikki Fred Astaire eg dugi ikki tricks, sum á G! tá ið Mø, hon fór niður í knø..”.

Eingin dagur uttan at vilja meira

Sorgblíða, stórbæra balladan og yndissangur mín beint í løtuni, ”Not a Day Goes By” er sálmakendur í síni ekstistentiellu og spirituellu leitan og trá og í síni hóming av tilverunnar óítøkiligu samanhangum. Og svarið leiðir tankarnar til Kára P, sum jú einaferð yrkti: ”hinumegin ringvegin logar leiðarljós/ ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós/ og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar/ alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”. 

Varisliga svarið hjá yrkjaraegnum í sanginum hjá Teiti er inni á tí sama, sum eisini verður staðfest onkrastaðni í Halgubók, at himmiríkið er í hjørtum okkara ella sum tað stendur í sanginum: 

“Sometimes I feel so small, when the sky surrounds me. Still I try to stand tall, whenever God reminds me. It's like looking in a mirror and seeing someone else, you'll only see the stranger until you see yourself.”

Ein føðilandssangur

”Nú brestur á” er ein einastandandi vísa, so sjáldsom og vøkur, at eg fái gásarhold her eg siti við telduna og royni at lýsa hana. Lagið byrjar rættiliga einfalt við kláru røddini á Teiti, sum snarar seg upp úr sjóðinum í ein beinan eystan, alt meðan eitt vetrarkvøld við ódn verður lýst so stillisliga hugnaligt, at mann næstan gleðir seg til ta árstíðina. 

Hetta er ein føðilandssangur; sjónarhornið er so íheimligt og hugnaligt, at tað minnir um bæði biedermeyer og gamlar heimstaðarvísur, sum bera uppá rím og sum yvirhøvur ikki hava annað endamál enn bara at lýsa hugna, nærveru og harmoni. 

Heimdyrkanin er í ein ávísan mun eyðkend fyri okkara samtíð beint nú eins og eitt úrslit av coronafongdari angist fyri smittu, útheimi og ótryggleika, men Teitur megnar sum áður nevnt at fevna bæði tað heimliga og tað globala. 

At enda heitir yrkjaraegið beinleiðis á havið: 

”Slá meg, stóra Atlantshav, eg vendi kjálkan, trúgvur tú lærdi meg at taka av, eg vildi vera klettur. Og tað vit ikki biða um, tað verður okkum givið…”. 

Og meðan hørpuljóð rura okkum havið í huga, kemur tankin til mín, at nevndu orðingar og fleiri aðrar á útgávuni eru kristiliga grundfestar, ikki missionerandi við givnum svari, men eyðmjúkt opið og humanistiskt reflekterandi.