Pakkhús fyri eina krónu

Neystið hjá Bátafelagnum Naddoddi á Tanganum á Tvøroyri hevur repað seglini fyri heystið og veturin. Tann mæti seksæringurin, Naddoddur, er drigin upp á land. Báturin er uppkallaður eftir tí mæta víkinginum, Naddoddi, ættaður av Øgdum í Noregi, men hann búði í Føroyum

Orð og nýggjar myndir: Sonne Smith
26. september 2021 kl. 10:00

Neystið hjá Naddoddi er annars eitt gamalt pakkhús við hugtakandi søgu. Tann køni heimildarmaðurin, Viberg Sørensen, ein av undangongumonnunum í Bátafelagnum Naddoddi, veit søguna um pakkhúsið, sum bátafelagið keypti fyri eina krónu frá Gudmundi Mortensen, vinnulívsmanni á Tvøroyri í 1996.

Hans Pauli Sørensen og Tergesen
Tá ið Kongligi Handilin í Føroyum varð avtikin í 1856, og vit fingu fríhandil, keypti Thomsen handilin á kaiini á uppboðssølu, og Thomsen fór undir virksemið har, fyrst við handlinum hjá sær, men seinni fór hann millum annað at arbeiða fisk so spakuliga.

Har var bara handilin hjá Thomsen, og so stóð eitt hús vestanfyri ánna. Hetta húsið varð flutt – borið – niðan í Valin. Har stendur tað enn. So komu Doktarahúsini – kommunukontórið – omanfyri.

Nú kom gongd á við fiskiskapi í 1860'unum og -70'unum. Hetlendingar fiskaðu undir Føroyum, og teir lógu nógv inni á Tvøroyri, ofta inn at keypa brennivín. Her var brennivínssøla, meðan forboð var í Hetlandi. Tað toppaði við sluppfiskiskapi seinast í 1800-talinum, tá ið teir góvust undir Føroyum, tí teir fiskaðu nógva sild í Norðsjónum.

Menningin helt fram í 1880'unum, og Mortensens handil, Uttari Handil, legðist aftrat á Tvøroyri. Í Thomsens Handli vóru nakrir faktorar, ið vóru fulltrúðar og annað tignarligt. Harímillum var ein, ið æt Hans Pauli Sørensen, handilsfaktorur. Hann var føddur niðri í Stovu í Ørðavík í 1846 og doyði í 1902. Hans Pauli arbeiddi í Thomsens Handli. Hann og ein danskari, sum æt Tergesen, stovnaðu felagið Hvítanes, og Hans Pauli fór at arbeiða fisk inni á Tanganum, har hann bygdi pakkhúsið, sum nú hýsir Bátafelagnum Naddoddi. Hans Pauli átti tríggjar synir, ið tóku eftir hann og førdu virksemið víðari.

Pakkhús og fiskapláss
Fyrst reistu teir eina grund við reising á. Teir gjørdu eina brúgv og síðani eitt lítið fiskapláss, fyrst, ið síðani vaks. Virksemið bara vaks, teir bygdu eina hædd aftrat, og har hava teir turkað fisk. Ein mynd inni í neystinum á Tanganum vísir fólkið turka á tí, sum verður rópt stik. Hetta eru stativ, sum tey leggja fiskin niður á at turka.

Her vóru vist fýra skip, sum hoyrdu til hetta reiðaríið, tá ið tað var upp á tað frægasta. Tá var tað ofta soleiðis, at skip hoyrdu til eitt reiðarí, har felagið átti nógv í skipunum. Men so settu menn, tað vil siga privatpersónar, pengar í, og tað róptu teir fyri aktiuskip. Tað var heilt nógv av tí, serliga tá ið Mortensens Handil byrjaði.

Soleiðis var eisini inni á Tanganum, men tað gongur upp, og tað gongur niður. Fyrst í 1920'unum vóru rættiliga góðar tíðir beint eftir Fyrra Heimsbardaga. Men so tjumsaði alt niður aftur í 1929 fyri og eftir Wall Street-húsagangin. Tey búskaparligu aldubrotini tá endaði her hjá okkum fyrst í 1930'unum.

Tá vóru ógvuliga ringar tíðir, og eitt felag fyri og annað eftir fór á húsagang, og tá hevði Niels Juel Mortensen keypt virksemið inni á Tanganum. Omanfyri Tangan stóðu trý hús, sum synir Hans Paula Sørensen búðu í. Húsini standa enn, eitt nú húsini, har greinskrivarin her vaks upp í. Og tann maðurin, sum búði í vestara enda á hesum húsunum, var Petur á Tanganum.

Standard Oil
Niels Juel Mortensen bygdi ein handil á Tanganum, ið fekk navnið Tangin. Um hetta mundið datt virksemið í pakkhúsinum (neystinum) burtur. Mortensensmenninir brúktu so pakkhúsið bara til goymslu, at seyma segl í og bøta gørn og tílíkt.

Pápi Viberg Sørensen, heimildarmann, var skipari á Rólant, sum var á sild fyrst í 1950'unum og nakað fram. Ansgar og aðrir sótu tíðum í pakkhúsinum og riggaðu sildareiðskap til. Hesin reiðskapur varð goymdur inni á Tanganum. Men fiskaplássið rundan um pakkhúsið er meira og minni grasvaksið. Tó er ein partur av tí komið undan kavi aftur. Fiskapláss var bæði uttanfyri og vestanfyri pakkhúsið.

Undir Krígnum (Seinni Heimsbardagi) vóru oljutangar vestanfyri pakkhúsið. Brúgv var beint vestan fyri húsið, sum nú er Naddoddaneystið. Har løgdu tangabátar at og pumpaðu olju í tangarnar, og tá seldi eitt felag, sum æt Standard, olju har. Standard Oil var upprunin til Esso, sum Esmar Fuglø stjórnaði, og Niels Juel Mortensen var umboðsmaður hjá Esso.

Naddoddur
Tíðin gongur, og fiskaarbeiðið doyr spakuliga burtur. Skipini, ið høvdu hoyrt til har, fúnaðu eisini burtur. Húsið stóð eftir sum eitt gamalt pakkhús.

 So hendi tað í 1995, at eitt felag varð stovnað á Tvøroyri. Felagið æt Tjaldur. Endamálið við felagnum var at varðveita tann gamla árabátin. Felagið setti sær fyri at smíða ein árabát, ein seksæring. Felagið fór nú undir at savna pengar inn til at fáa bátin gjørdan.

Tvey ár seinni, í mai 1997, var Johan Olsen, bátasmiður á Tvøroyri, liðugur við bátin, sum er tretivu og ein hálvan fót langur, so tað mundi vera landsins størsti árabátur tá.

Báturin skuldi hava eitt navn, og navnakapping varð útskrivað. Don Petersen í Puntabyrgi, sáli, vann kappingina við navninum Naddoddur. Men tá ið báturin varð flotaður, átti hann einki neyst at standa í. Tí fóru teir báðir, sum vóru við at stovna felagið, Ernst Petersen og Helgi Enni, til Gudmund Mortensen, stjóra í fyritøkuni N.J. Mortensen, við tí fyri eyga at fáa hendur á tí gamla, fúnaða pakkhúsinum at fáa bátin í. Tað var alt í lagi, segði Gudmund. Teir skuldu fáa pakkhúsið fyri eina krónu, og soleiðis fekk felagið húsið til ognar.

Eitt sera virkið bátafelag
Nú kom verulig gongd á alt virksemið rundan um bát og neyst, og menn fóru undir at hampa um neystið, ið var rættiliga illa farið. Síðani varð gjørt eitt nú og annað tá, og tað endaði við, at brúgvin varð gjørd niðanfyri neystið. Alt sjálvboðið, ólønt felagsarbeiði.

Tað var og er umráðandi, at fólk trívast. Tað gera tey, tí her hevur støðugt verið lagt aftrat, eitt nú við einum donskum modelli av einum kappróðrarbáti frá 1910, sum teir rógva við tann dag í dag.

Tvøroyrar kirkja varð vígd í 1907. Tað var tí, at Mortensens Handil hevði gjørt ein ordra við norðmenn upp á kirkjuna og Uttara Handil umframt okkurt av húsunum hjá Mortensens monnum. Teir førdu alt tilfarið heim til Føroya úr Norra, og við í ferðini var ein bátur, sum Petur Mortensen helst hevur fingið til gávis afturfyri hesa stóru kontrakt upp á hetta ... byggisettið, sum alt varð sett upp á Tvøroyri.

Í dag fevnir Naddoddaneystið á Tanganum altso um seksæringin Naddodd, ein meira enn aldargamlan danskan kappróðrarbát, tann uppaftur eldri bátin, sum eitur Peter Mortensen, ein nýggjan seglbát, 10 optimistjollur og fleiri kajakkir, umframt okkurt aftrat ivaleyst.

Alt hetta er karmur um tey sera lívligu summartiltøkini hjá Bátafelagnum Naddoddi á Tanganum á Tvøroyri.

Samanumtikið eitt ótrúligt úrslit av kønum eldhuga.