Biografdreymar í hersetta Kabul

Jón Hammer, sum fer at innleiða sýningina, er medframleiðari, nú Filmsfelagið vísur “Mítt barnaheim í Kabul”. Fotografur er belgiska Virginie Surdej, sum í trimum førum hevur filmað fyri Sakaris Stórá. Høvuðsframleiðari er Katja Adomeit

Tíðindaskriv
6. september 2021 kl. 12:10

Filmurin, sum verður vístur mikudagin, fer fram í Kabul í 1989. Foreldraleysi Qodrat, er eins og aðrir menn púra burtur í Bollywoodfilmum. Hann forvinnur sær til dagin og vegin við at selja bíligastu biografatgongumerki fyri okursprís, hann er ein scalper, men proffittmaksimeringin verður straffað, og Qodrat endar á sovjettiska barnaheiminum, sum gevur filminum navn.

Her møta vit Hashimi, sum er vegleiðari hjá dreingjunum á barnaheiminum. Filmsbrotini, tá tey sum skótar við reyðum hálsklúti fara útferð til Sovjett, síggja Lenin og ein hernaðarvogn, eru hugtakandin og akkurát so propagandistisk, sum tey ljóða, tí mótsetningurin er mujahedin, sum er heima. Har eru muslimarnir farnir í heilagt kríggj. Tá er gott at droyma seg burtur í bestu Bollywoodfilmum.

Ein poetiskt handfaring av filmaðu søguni, ikki langt frá italska filminum ”Cinema Paradiso” frá 1988 og ungdómsverkunum hjá franska Truffaut.

”Mítt barnaheim í Kabul” byggir á søgu hjá Anwar Hashimi. Hann og Sadat eru bæði úr Afganistan og filmurin er onnur søga av fimm, sum Hashimi hevur skrivað til hennara.

Føroyski filmsframleiðarin, Jón Hammer, sigur, at við at velja henda og líknandi filmar, stuðlar Filmsfelagið teimum smærru filmunum á upprunamáli. ”Í hesum føri stuðlar tú einum ótrúligum kvinnuligum leikstjóra, sum insisterar uppá at fortelja søgur úr sínum heimlandi, hóast ófatiliga mótgongd,” sigur Jón, og sipar til ungu Shahrbanoo Sadat, sum er eitt navn úr krígsherjaða Afganistan, at leggja sær í geyma.

Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio 8. september. Atgongumerkjasølan er byrjað og eins og allar sýningar hjá Filmsfelagnum, eru tær almennar.

The Orphanage, Shahrbanoo Sadat, Afganistan 2019 90 minuttir.