Havnin letur dyrnar upp

Fríggjakvøldið 10. september verður Mentanarnátt í Havn, og sum vanligt er nógv forvitnisligt á skránni

Tíðindaskriv
7. september 2021 kl. 07:44

Mentanarnáttin verður sett uttan fyri Býráðshúsið klokkan 18. Í ár verður tað stjórin í Norðurlandahúsinum Gunn Hernes, sum setir Mentanarnáttina, og GHM spælir.

Nógv áhugavert er á skrá, og tiltøk eru spjadd um allan býin – heilt frá Tjóðsavninum í Hoyvík til Føroya sjósavn á Argjum. Tiltøkini byrja longu klokkan átta fríggjamorgunin, tá Mariukirkjan letur upp og enda leygarnáttina, tá matstovur og skeinkistøð lata aftur í miðbýnum.

Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, og livandi tónleikurin sermerkir Mentanarnáttina bæði innandura og uttandura. Og sum vant hava handlarnir í miðbýnum opið til á midnátt, og matstovurnar spenna seg út hetta kvøldið.

So verið vælkomin á Mentanarnátt, tá Havnin vísir seg frá síni bestu síðu!

Skráin verður prentað í Dimmalætting og kann eisini síggjast á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn, http://visittorshavn.fo/skrain-fyri-mentanarnattina/ og á facebooksíðuni hjá Mentanarnáttini, https://www.facebook.com/mentanarnattin