Konsert við Stanley á Norðuratlantsbryggjuni

Hósdagin tann 16. september fer vælumtókti tónlistamaðurin Stanley Samuelsen at framføra á Norðuratlantsbryggjuni

Tíðindaskriv
14. september 2021 kl. 18:33

Seinastu trý árini hevur Stanley verið á fleiri konsertferðum í USA, har fólksligi tónleikur hansara er sera væl umtóktur. Nú verður hann og bólkur hansara – við Sigurd Kehlet á gittara, Rógva á Rógvu á trummum og Joachim Ussing á bass – at hoyra á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Tónlistarligi heimurin hjá Stanley fevnir um evnir, ið røra okkum øll. Hann syngur um kærleika, at missa, náttúruna og um lívsins ferð. Sungið verður á føroyskum og donskum, og tónleikurin er tíðarleysur.

Gittarspælið er sereyðkenni hjá Stanley, og hevur tað vunnið honum fleiri rósandi ummælir. Ein týskur ummælari skrivar soleiðis: "Um man lurtar væl eftir gittarspælinum hjá Stanley, eru fleiri listafínir smálutir til staðar - listin hjá Stanley er sanniliga rørandi!"

Stanley er føddur í Fuglafirði. Tað er ein løta síðan, hann hevði 50 ára hátíðarhald sum tónlistamaður, og hevur hann regluliga framført í øllum teimum norðurlendsku og baltisku londunum og harumframt USA, Týsklandi og Italien.

Í 2011 kom plátan “Alle hjertets sange” út, og væl dámdi sangurin “Hvis jeg kunne synge” av somu plátu er nú vorðin partur av donsku Háskúlasangbókini 2021.

Hósdagin klokkan 20 fer hann at framføra á Norðuratlantsbryggjuni.

Meira upplýsingar og atgongumerkjasøla er at finna á nordatlantens.dk