DansiEksperimentið: Ein savnandi dansiverkætlan

Almennu framførslurnar hjá DansiEksperimentinum verða í vikuskiftinum 18. og 19. september í Løkshøll í Runavík

Tíðindaskriv
9. september 2021 kl. 10:23

Hvørt ár savnast áleið 60 ungdómar í eina viku við tí endamálið at menna sínar dansiførleikar og vitan um dansilistina. Harafturat mennast tey persónliga og sosialt, og fáa eitt stórt, listarligt netverk. Verkætlanin savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og –koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar, og soleiðis er DansiEksperimentið fyri øll. Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum.

Í ár ber eitt nú til at síggja dansibrot í dansistílunum hiphop, modernað, popping, ‘heels’ og eksperimenterandi dansi, eisini í samspæli við livandi tónleiki.

DansiEksperimentið er ein verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, og í ár vera almennu framførslurnar í vikuskiftinum 18. og 19. september í Løkshøll í Runavík. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Løkshøll: www.loksholl.fo.

Til ber at lesa meira um DansiEksperimentið á heimasíðuni www.dansieksperimentid.fo, umframt á Facebook (DansiEksperimentið) og Instagram (@dansieksperimentid).

Stuðlað verkætlanini hava: Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Tórshavnar kommuna, Runavíkar kommuna, MáF, Atlantic Airways, Burn Fitness og Á á Heykavegnum.