Lena Andersen á konsertferð í Danmark

Í september trínur føroyska songkvinnan á pall í Odense, Aalborg og Keypmannahavn

Katrin Joensen-Næs
5. september 2021 kl. 18:00

Lena Andersen var síðst á konsertferð í mars 2020. Nú verður møguleiki aftur at síggja føroysku songkvinnuna á pallum í Danmark í september.

Fríggjakvøldið 10. September trína Lena og hennara bólkur á pall á spælistaðnum Dexter í Odense. Síðani fer leiðin til Aalborg og at enda Keypmannahavnar.

Seinasta árið eru trý nýggj løg av komandi útgávuni State of the Land útgivin. Umframt heitislagið, so eru sangirnir “Aimee” og “The Airport”. Sangirnir hava verið vælumtóktir bæði í Føroyum og uttanlands – eitt nú á P4 í Danmark og BBC í Bretlandi.

Skráin fyri konsertferðina so soleiðis út:

Fríggjakvøldið 10. september: Dexter í Odense.

Hóskvøldið 16. september: Huset í Aalborg.

Leygarkvøldið 18. september: Kulturium Teater í Ishøj, Keypmannahavn.  

Við sær á palli hevur Lena tónleikararnar Niclas Johannesen á guitar, Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Josva Debes á trummur, umframt Alexander Gaard Joensen, ið stendur fyri ljóðinum.

Atgongumerki til konsertirnar fáast her:

https://gig.to/LAE21