"Riðu so fram at eini á,
tú tarvst onki ráð geva í vanda,
eingin kundi til manna sjá,
hvør ein sveinur geri so.
Eg tváaði hans´ bróst og bringu rein,
hans lær og legg og langa bein;
hvíta tjaldið nívir niður frammi."
At vera á teknofestivali er sum at standa inni undir gólvinum í Sjónleikarhúsinum, meðan Nornagestsríma verður kvøðin í erva.
Ert tú ein av teimum klóku, sum planoyðilegði summarið við øllum møguligum ómøguligum?
Ella ert tú ein teirra talgeldu, ið viljaleyst letur Facebook draga teg hagar, ið dukandi algorútmurnar tøla teg? So er hendan óvandaliga interjektiónin ætlað tær: Fuck you.
Har vóru nevniliga sera fá fólk í Norðradali tað langa teknovikuskiftið millum fyrsta og fjórða juli.
Men summi vóru har. Sjálvt um tey hvørki hava ætlanir ella Facebook.
Hini, tey vælskipaðu við skema á sínum skermum, vildu heldur bíða eftir G! Men hann bleiv sum kunnugt avlýstur.
Hví í Guds garði endaði eg í Norðradali?
Hesaferð var umskylningurin, at eg fyri nøkrum árum síðan stóð duravakt uttan fyri VIP-húsið nettupp í sambandi við G!
Sethúsini í Syðrugøtu, sum ta ferðina skuldu hýsa stjørnunum, stóðu beint oman fyri Grundina; leivdirnar av Fiskavirkinum. Í Grundini var vananum trútt teknotónleikur.
Vaktarkjansurin vardi einar fimm náttartímar. Har stóð mann so, alt meðan teknotónleikurin dundi úr neðra niðan móti hesum húsunum hjá Sólarn Solmunde norðuri á Nesi.
Rútmurnar gjørdu eitthvørt við kroppin og sálina. Tær endaðu inni í æðrunum á einum. Tær rúsaðu.
Tað er ein góður rúsur. Hann bloytir teg. Hann blíðkar teg. Hann loysir teg frá tí innanhokna, sjálvvalda og planlagda. Hesin rúsurin fær teg at hyggja út á tað hav, sum gevur kópakonukossum sín salta smakk. Hann fær teg at líta upp undir himmalhválvið, har arbeiðssamir einglar búgva.
Tað var millum annað hesin rúslongsilin, sum dreiv meg til Norðradals.
Hanus Vang koyrdi meg úr Havn. Hanus er tann ódeyðiligi drongurin; ið hvussu er í mínum eygum. Hann lurtar, tá ið onnur tosa. Í grundini skilir hann enntá alt tað, sum tey ungdómsligu siga. Hann hyggur inn í eyguni á teimum og grundar um tað sagda.
Javnaldrar hansara eru eyðkendir við at verða yvirtiknir av sínum egnu hugasambondum. Teir fara straks at mølma um eitthvørt avgamalt minni, sum tosið hjá øðrum manar fram.
Hetta er líka ólíðiligt hvørja ferð. Gamlir menn hava einki lív. Teirra tilvera er ein ressonansur av lidnum døgum.
Á Norðradalsskarði hetta vakra kvøldið sluppu vit báðir Hanus fram við gulu vestunum. Undanbrekkan við teimum nógvu krøppu svingunum kortlegði líkasum ljóðmyndina, ið koma skuldi. Kenslan skifti ikki so skjótt sum siðbundna tekno-loopið, men tað ruggaði rætt á veg oman móti bønum. Har niðri tektu vit báðir tvinnar dúkar, sum settir vóru upp til at trína dansin inniundir.
Eftirlønti bóndin og lærarin koyrdi meg og míni tríati kilo av útgerð í sínum egeiskt bláa Toyota. Ætlanin var annars at vera grønur og medvitin og troppa upp á súkklu. Tað var bara eingin kjansur. Vognur var eingin til tvíhjólingin, og viðførið var alt ov rúgvismikið og tungt at knossast við á snøggu carbon-súkkluni við ongum viðførisbera.
Hanus slepti mær av beint oman fyri festivaløkið hetta tórskvøldið um tíggjutíðina. Eg beyð honum farvæl og takkaði fyri tænastuna.
Ljóst var enn, so eg fór at seta mær tjaldið upp, har sum eg kundi vera fyri meg sjálvan. Eg búsetti meg við áarbakkan oman fyri øll tey ektaðu acid-fólkini, ið høvdu plantað síni tjøld á tað ávísta økið.
Skjótt gekst at fáa lítla Ronadane Trek 3 Camp-tjaldið upp. Alt tað, ið turt skuldi vera, bleiv hirt undir ytra dúkin.
Umfram soviposa og luftmadrassu í dupultseingjarbreidd var mangt annað við: sprittapparat, sprittdunkur, trý sett av klæðum, handklæði og viskustykki, gummistivlar, góðgæti, nøtir, toilettlutir, breyð, turr frukt og turrur fiskur, kaffi, telda, pennar og ein rúgva av heilt serligum lesitilfari.
Eftir at hava keypt armband og hugt meg um á festivaløkinum varð farið niðan aftur í mítt einskilda gil. Eg smeyg mær innum og fór beina leið í posan.
Eg skal ikki lúgva fyri tykkum. Eitt eyka endamál var við einarafestivalferðini. Við mær hevði eg nevniliga eitt prentað handrit. Jón Hestoy hevði júst sett tað upp í bókarform. Oddamaðurin á Føroyaprenti var so beinasamur at koyra handritið niðan í Berjabrekku og leggja tað í íbúðina hjá mær beint áðrenn fráferð.
Eg vildi lesa tær sløku 250 síðurnar og síggja setningarnar í tvíleiki millum sítt innara orðaljóð og ta ytru rútmuna. Stev og tekstur spældu møguliga saman. Kanska fór eg at finna rætta titrið og koma í sonnu sinnisligu sonuna, har sum skrivaða søgan var. Tónleikur kann nevniliga kennast í orðum, setningum og bókasíðum.
Komin í posan á luftmadrassuni, ið eg blásti upp við egnum lungum, varð eg tikin á bóli av nostalgi. Hugmyndin horvdi aftur í avgomul lívsminni. Hetta tjaldið hevur nevniliga fylgt mær og míni gomlu familjuætlan í mong ár. Júst ta vøkuímyndanina dvaldi eg leingi við ta fyrru náttina í tjaldinum.
Hetta er eitt lítið tjald við stórum upplivingum. Tað hevur verið fleiri ferðir á festivali - tað er eitt trímannatjald, sum enntá hevur hýst tveimum vaksum og trimum børnum í senn. Tað var nettupp, meðan G! føddist við fúsum loysingarfólkum í nýsprongda tónleikagrótbrotinum í Gøtu.
Her er sovið, sungið, elskast av almakt og sveittað - eisini av berari fyrrapartssól - eins og skolvið av bítandi náttarkulda.
Fyrsta innstøkkið til tjaldingarlívið kemur frá skótalívinum hjá mær og kvinnuni, sum eg livdi saman við næstan ein mansaldur.
Tjaldið, sum keypt varð frá Charles Olsen í Skótabúðini beint eftir heimflyting í 1998 fyri 5.000 krónur, er enntá blivið sundurskrætt av fullum festivalføroyingum. Aftaná bleiv tað endurbøtt av einslistum og varðveitt einans vegna sína nemandi søgu. Ongantíð er tað gloymt.
Og nú bleiv lappaða tjaldið bústaður á sínum fyrsta teknofestivali - í Norðradali av øllum støðum.
The Fairy Island Festival var nevniliga vístur úr Vágum, har hann upprunaliga skuldi vera. Millum smettubitar har vesturi varð festivalurin vavdur upp í rúsevni og tílíkt; tit vita: Menn siga, fólk vilja vera við, eg havi hoyrt - og so frameftir!
Forfjónaði festivalurin endaði ístaðin í gandaplássinum her. Ólavur Reinert hevði einki ímóti at leggja bø til ætlanina hjá fyriskiparinnuni, Bjørk Sjóðklett. Eg skilji bóndan væl.
Hinvegin fati eg ikki logistiskt púrgaðu tankagongdina hjá vágafólki: Um The Fairy Island Festival var ein rúsevnafestivalur fram um aðrar, hví so ikki fýra hann av har, sum lutfalsliga nógvir rúsevnanjótarar eru?
Í Norðradali er óneyðugt at rúsa seg. Fjøllini kransa staðin á ein tílíkan hátt, at júst ljóðið livir í frábregðandi vavi og vídd. Kanska kennist tílíkt ikki nakra aðrastaðni í Føroyum.
Eg minnist gongutúrin ein vakran januardag í 2018. Eg fór úr Havn og klóraði meg oman í Norðradal um Sunnaraskarð. Har var hált í homrum. Eg mátti ansa eftir, so eg ikki fór á glið í glerstoyttu gloppunum, sum eg smeyg mær omaneftir.
Men komin til bygdar skein vetrarsólin. Eg fór dansandi einsamallur teir báðar kilometrarnar niðan eftir vegnum. Eg var lukkuligur og nakin oman beltið.
Við varðan á skarðinum var stilli. Tá veldi fram reinljóð av rennandi løkum og undirsuði av vætu undir svørði og eyri, bara brotið av smáum steinum, ið duttu og gjørdu sín serliga dragandi klang.
Ongantíð havi eg kent meg vera inni í eini hoyrnarmynd sum tá. Ljóðaldurnar áttu útsýnið fram um allan tann sjónliga vakurleikan. Tað var gandur, ið riggaði uttan LSD ella lúsa alkohol.
Fríggjamorgunin fór eg upp og beinleiðis í ánna at tváa mær. Eg át breyð og gjørdi kaffi á sprittapparatinum, sum eg fekk við mær í hjúnaskilnaðarbýtinum.
Fríðkaður sum frægast fór eg oman á festivaløkið til pallarnar, ið áttu hjartarútmuna hjá mær í nátt. Tað, sum eg ikki visti, var, at alt í dag fór at snúgva seg um sól og dans við orðum og rútmu.
Rólant Lenvig byrjaði ballið á minna pallinum við sínum ljóðmontasjum. Hann var flankeraður av visuella ábyrgdaranum, Høgna Egholm Magnussen. Eg havi fylgt teimum analogt eina tíð.
Har stakk eg upp at dansa fyri meg sjálvan saman við hinum. Tað var himmalskt at kenna hetta frælsið. Mann er komin langt síðan pínliga diskodansin í VB-húsinum við vón um, at damurnar ikki uppdagaðu, at øll moves stavaðu frá stuldri.
Í ryggsekkinum hevði eg mítt bókarhandrit. Framman fyri stóra pallin setti eg meg á eina plattasofu at nærlesa tað, meðan elektronisku ljóðførini dukaðu.
Eg fall javnan í prát við fólk. Ein opinbert vilstur og styggur irani av tí kvapsuta slagnum var har. Eg tosaði við hann um Teheran; helt at høvuðsstaðurin hjá honum var besti býur, ið eg ongantíð hevði vitjað - og at eg hevði eina umsókn liggjandi hjá iransku sendistovuni í Danmørk um at fáa eitt listauppihald har. Ætlanin bergtók ikki persaran, sum tyktist hava stikni til sín heimstað.
Ein týsk deiga var meira dámlig og lættsint. Hon var eisini ósunn og døkk á at líta. Myrkhærd og lágvaksin. "Wunderbar," hugsaði eg. Har var ikki skuggi av arische Rasse und Volksgesundheit.
So fór eg oman í bygdina at heilsa upp á skyldfólkini, Hanus og Selmu, og læna teirra netsamband til telduna. Eftir kaffimunnin setti eg meg út í tún at googla orð.
Tað var tá, at rútmurúsurin so spakuliga sló til. Eg gekk niðan og sá, at tað var føðingardagsveitsla í skúlanum. Systir teknobóndan fylti runt, fekk eg at vita. Túnið var prýtt við fjallarósu.
Móti kvøldi helt eg fram at dansa og rættlesa í míni uppgangandi rútmukenning. Okkurt stórt fór at henda.
Eg legði meg í grasið. Tá kom ein so merkiligur eingil til mín í sólsetursvón. Hann var ljósabláur sum ein dreingjadreymur og kom sveimandi í einum gyltum báti, ið æt Klettur. Tað veit Gud.
Eingilin, sum stýrdi flúgvandi bátinum, hevði gullrandað eygu; djúp eygu við teimum litum, sum mann hevur brúk fyri at síggja. Ein náðieingil.
Men einglar hava uppgávur alla møguliga staðni. So hann fór. Hann var jú bara ein eingil. Ikki mín eingil. Hann var til arbeiðis. Hevði einglavakt.
Eg bað og bønaði hann um at ansa mær. Tað svór hesin verndareingilin, sjálvt um hann hevði onnur fólk at akta. Ja, hann hevði ein vitjanarlista við nógvum neyðardýrum. Hvørt einasta teirra skuldi eftir øllum at døma hava ein fjøður frá hesi miskunnsomu himmalveruni.
So hann, tann vælsignaði eingilin, harmaði seg eisini um meg. Hann skuldi fyri vist vera mær so nær, sum nú tørvur var á.
Tá ið hann var flogin eina fjøður fátækari, fór eg í posan, sjálvt um eingin nátt var komin. Eg var deyðatroyttur á ein so sera dandandi og vakran hátt.
Ongantíð áður eri eg vaknaður úthvíldur í tjaldi. Ikki fyrr enn morgunin eftir einglavitjanina. Eg hevði sovið ellivu tímar út í eitt. Tað var ótrúligt.
Og aftur henda morgunin vaskaði eg mær í ánni.
Eg elski mín pissiling. Hann er penur, serliga tá ið hann er kaldur. Pungurin verður strammur og rukkutur í senn. Hann fevnir alt aldursøkið.
Eg kom at hugsa um, at eg havi skjótt 40 ára hátíðarhald sum kynsliga virkin - væl at merkja mest sum kirnari - men tað veit Gud; eg má takka tær fyri trúfestið.
Ein annar javnaldur hevur givið mær tvey góð ráð: At syrgja fyri, at slipsaknúturin altíð er táttaður heilt upp undir skjúrtukragan, og at mann má røkja frisurina millum beinini. Tað optimala er, at nossini eru nýrakað.
Nú fáa vit at síggja, hvussu tey næstu 40 árini verða. Mær er sagt, at afturparturin á konufólki sjúnkar 32 sentimetrar frá vøggu til ellisheim. Pungurin hjá monnum tognar nakað tað sama. Tí traðki eg ongantíð inn í hitarúm í svimjihallum, tá ið ov tjúkt er fyri av oldingum.
Millum psytrance, joga og sjakrabalansering bleiv eg liðugur at lesa mítt egna ritverk í rútmusós. Innímillum dansaði eg frælst og frítt og vitjaði Hanus og tey nakrar ferðir.
Liðugur og passaliga lúgvaður pakkaði eg saman eftir at hava endurupplivað kensluna frá farnum G!-upplivingum á einum lýtaleyst fyriskipaðum teknofestivali.
Helgi hjá Juttu tók alt viðførið við í Volvo-bilin hjá mammu síni, og seinni fór eg heim til Havnar upp á tummil.
Tað er kanska frekt at siga hjá einum tumlara, men eg haldi ikki, at øll skulu hava bil. Bilur eigur einamest at vera til neyðsendarfólk og kræsnagómar sum Sofus í Horni Hansen. Alt, alt ov nógv fólk eiga bil. Tað líkist ongum, at bilnýtsla hevur sigrað, sum hon hevur gjørt í Føroyum.
Men soleiðis er tað við so mongum. Eins og bilur, so er list heldur ikki til øll. Fólk, ið keypa málningar sum íløgulutir, til dømis Høgni Lützen, ið ognaði sær ein stóran part av deyðsbúnum hjá Ebbu Hentze; tey skulu ikki eiga málningar. List er til fólk, sum listin gevur tilveruliga meining. List er ikki fyri fólk, sum liva sítt lív inni í einum roknskapi.
Men tað skal eg ikki blanda meg uppí. Øll gera sjálvandi, sum teimum lystir.
Eg haldi tó, at vit menniskju liva bara, tí vit eru rúsað av onkrari vitleysari vón um, at alt skal blíva betri. Tí hevur poesiin og tann deyðiligi kærleikin alt at siga.
Úr mínum sjónarhorni fær teknotónleikur í Syðrugøtu og Norðradali meg at trúgva á mítt egna lív. Rútmurúsurin mennist úr ongum og blívur at enda til einglaímyndir og vakrar gravarblómur.
Fyri meg kom tað tilstundandi hámarkið, tá ið eg steig inn í mítt egna, tóma heim eftir loknan festival. Onkur hevði verið har og svarað mínum bønum við stokkutum hita og lívi. Tá var vitið enntá runnið tilaftur, so eg kundi skilja og góðtaka, at undur henda, men at undur ikki flyta inn til ein at búgva.
Eg fann nevniliga okkurt heima í Berjabrekku 65. Eitt tekn, sum fekk alt at hanga saman. Har lógu tvey hjørtu við eini akkersketu ímillum.
Tað var so løgið.
Men eg fór at trúgva av tí. Ikki á bønarsvar um ævinleika, men at okkurt annað er til; at hetta vísir seg, og at tað fer avstað aftur. Sum lívið hjá okkum øllum. Lívið er til, sjálvt um mann ikki eigur tað ella fær tað við sær í grøvina.
Vit mugu liva sum um, at okkurt stórt er til; eitthvørt, sum tú skalt toyggja teg eftir, sjálvt um tú ongantíð fært tað. Og tað størsta er aloftast lítið og satt í sær sjálvum. Sum The Fairy Island Festival.
"Eg havi í forðum farið vítt,
tú tarvst onki ráð geva í vanda,
ei funnið ljós og lívið mítt,
hvør ein sveinur geri so."
(Ein lítil kuriositetur: Tað er satt, at The Fairy Island Festival bleiv ein rúsevnafestivalur. Leygarkvøldið áðrenn fráferð úr Norðradali møtti eg nevniliga trimum ótrúliga pupillu-tambaðum monnum. Allir tríggir úr Vágum.)