Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur orðatakið. Men í gjárkvøldið – hálvtannað ár seinkað – var frumframførsla á nýggja James Bond-filminum “No Time To Die”, sum er tann 25. filmurin í røðini um njósnaran, ið er í tænastu hjá Hennaru Hátign.
Filmurin er samstundis eisini tann seinasti hjá Daniel Craig, sum hevur havt leiklutin sum James Bond seinastu 15 árini.
Undan filminum varð Daniel Craig spurdur um sína tænastu sum James Bond seinastu 15 árini, og hvussu tað hevur verið fyri hann.
– Eg havi ikki nakað ringt minni frá tíðini sum James Bond. Eg haldi hinvegin, at tað fer at taka 15 ár at endaliga fáa James Bond úr mær, sigur maðurin, sum, tá hann er James Bond, dugir at handfara alla tøkni og skora hópin av konufólki.
Tað skrivar Reuters.
Síðani tað gjørdist klárt, at “No Time To Die” fór at verða seinasti James Bond-filmurin hjá Daniel Craig, hava nógv gitt, hvør fer at taka yvir sum nýggi James Bond. Ovast á listanum hava verið Tom Hardy og Rege-Jean Page.
Fyrsti James Bond-filmurin hjá Daniel Craig var “Casino Royale” í 2006.
“No Time To Die” verður frumsýndur í Havnar Bio sjey minuttir yvir midnátt í nátt – klokkan 00.07, har tað millum annað ber til at síggja Kalsoynna í nøkur sekund.