Undine - havfrúgv og kópakona í Berlin

Nýggi týski filmurin ”Undine” verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 15. september

Tíðindaskriv
9. september 2021 kl. 09:03

Kendasti týski leikstjórin, Christian Petzold, sum vit fyrr hava sæð við ”Phoenix” og ”Transit”, hevur aftur gjørt ein listaliga áhugaverdan film, har hann letur nútímans býarsamfelagið í Berlin renna saman við gomlum sagnum og tí, sum undir býr, hesuferð um havfrúnna, ið ikki er so fjart frá okkara egnu kópakonu.

Tað er klassiski kærleiksfábulin um Undine, sum livir í havinum, og ikki kann gerast menniskja, fyrr enn hon fær tokka til ein mann, sum hon forelskar seg í, men má drepa, um hann er henni ótrúgvur, innan hon kann venda aftur til nátúrliga uppihaldsstaðin og tilveruna í havinum.

Í kvinnuliga høvuðsleiklutinum síggja vit Paulu Beer, sum eisini var við í franska filminum ”Frantz” hjá François Ozon og í týska ”Werk ohne Autor” hjá Florian Henckel von Donnersmarck.

Sum Undine Wibeau er hon søgufrøðingur á Humboldt-stovninum í Berlin, og roynir at halda seg til makan, Johannes (Jacob Matschenz), sum hevur eyga og áhuga fyri øðrum kvinnum. Tá tey endaliga eru farin hvør til sítt, brotnar eitt akvarium og Undine møtir kavaranum Christoph (Franz Rogowski). Hóast váta umhvørvið verður kærleikin brennandi teirra millum. Men kann Undine halda sær í menniskjansliga umhvørvinum á landi?

Fyri filmin ”Undine” vann Christian Petzold bæði Silvurbjørnina og FIPRESCI virðislønina í Berlin.

”Undine” hevur fingið framúr ummæli, og Erik Jensen skrivar í Politiken, at Undine er ”Vildtvoksende, uforklarlig undersøisk magi”.

Hóast filmurin er einføld kærleikssøga, um at halda seg til ein, og at gera tað liðugt, tá liðugt er, er søgan kompleks, sum vit sóu í filminum ”Transit”, har Petzold arbeiddi við flóttum í ymsum tíðum í sama býi.

Nýggi týski filmurin ”Undine” verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 15. september. Sýningin í Havnar Bio er almenn og atgongumerkjasølan er byrjað.

Undine (Christian Petzold Týskland 2020 91 min)