Ongi úrslit

Kristin Dam Ziska: - Gera onki við slík mál

Aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya sigur at tey ikki taka hendingar upp, ið fara fram uttanfyri kappingarnar hjá FSF

© Mynd: FSF
Ragnar Sjurðarson
2. apríl kl. 19:15

Í gjár skrivaðu vit um ein spælara hjá HB, ið ikki vildi taka í hondina á Annu Falkenberg.

Tann greinin kann lesast her

Nevndin í Havnar Bóltfelag skrivaði í dag, at spælarin vegna sína trúgv ikki tekur í hondina á kvinnum.

-    Hansara máti at heilsa virðiliga er við at leggja hondina á hjartað og bukka. Nakað sum hann eisini gjørdi í hesu støðuni, skrivaði nevndin í Havnar Bóltfelag.

Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF, sigur við Dimmalætting, at talan er um eitt innanhýsis mál hjá HB, ið ikki viðkemur teimum.

-    Vit hava lógir, ið banna mismuni móti privatpersónum vegna kyn, men vit taka einans mál upp av okkara eintingum, um tey fara fram undir okkara kappingum. Tí gera vit onki við mál sum hesi.

Nevndin í Havnar Bóltfelagi er í dag komin við hesi viðmerkingini um hendingina

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

26. mai kl. 12:00

Kanna svik

22. mai kl. 10:08

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Hon er tung um hjartað um at byggja kirkju við Sandá

23. mai kl. 11:25

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

Í gjár kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

17 tímar síðan