Í finaluni var stórur munur á, hvussu dómsnevndir og fólkatalið í londunum atkvøddu, og serliga støðan hjá Ísrael hevur forvirrað fleiri sjónvarpsstøðir.
Ísrael fekk flestar hyggjaraatkvøður og kom á annað plássið tá alt var talt upp, men fleiri fólk spyrja nú, um atkvøðugreiðslan varð manipulerað.
Úr londum sum Spania, Svøríki og Noregi fekk Ísrael einki stig frá dómsnevndunum, men hyggjaraatkvøðurnar hjá londunum settu Ísrael ovast.
Tí vilja sjónvarpsstøðir sum spanska La 1 og flamsktalandi VRT í Belgia, nú hava kanna, um svik fór fram.
Í fleiri londum í Evropa vóru mótmæli móti Ísrael, dagarnar frammanundan Eurovision.
Nakað av rumbli var eisini á gøtunum í Basel ímeðan Eurovision var í gongd, viðsti Kvf at siga. Og alvápnað politi gekk runt og helt skil á.
Mótmælini vóru eisini sjónlig undir sjálvari sýningini, har tveir mótmælisfólk kastaðu máling eftir einum limi í ísraelsku sendinevndini.