Ongi úrslit

Simon Cowell vildi hava Sissal við

Øll upplivingin var fyri Sissal ein uppvaking

Jóhanna Højgaard
17. mai kl. 12:53

Sissal fekk eitt heilt serligt tilboð frá Simon Cowell, men hon takkaði nei.

Tað kundi verið eitt altjóða gjøgnumbrot, men føroyska sangarinnan Sissal valdi eina heilt aðra leið, tá hon sum 21 ára gomul noktaði einum eftirspurdum plássi í bretsku talentsendingini "X Factor”

Í samrøðu við DR avdúkar Sissal hettar villa tilboðið, sum hon fekk frá Simon Cowell sjálvum. Hon meldaði seg sjálv til sendingina, og varnaðist dómarabólkurin hana beinanvegin. Tað var serliga Cowell, sum vísti henni stóran áhuga. Men mitt í dreyminum um eina tónleikaliga yrkisleið í ljósmálanum, kendi Sissal eina aðra kenslu taka yvir, nevnliga panikk.

Øll upplivingin var fyri Sissal ein uppvaking. Hon føldi, at kroppur hennara segði nei, og at hon heilt einfalt ikki var klár til tað slagið av sýning og kritikki, sum ofta fylgir við at verða kend í almenningini. Hon skuldi bara ikki ganga hasa leiðina.

Vit eru nokk fleiri, sum í dag eru glað fyri at hon fylgdi sínum magafornemmilsi. At hon í staðin stillar seg á pallin í kvøld kl. 20.00 og bjóðar okkum eitt rimmar show. Og at hon vónandi syngur Danmark heilt til toppin.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

16 tímar síðan