"Okkara" Eurovision-stjørna, Sissal, endaði tíverri ikki á topp 13, sum hon sjálv hevði sum mál.
Tað bleiv ístaðin til eitt 23. pláss á altjóða Melodi Grand Prixnum “Eurovision”.
Vinnarin bleiv eysturríkski JJ, hann vann við operaballaduni "Wasted Love". Sissal var skjót at fara yvur og geva JJ eitt klemm. Hon var eisini sjálv sikkur uppá, at hann hevði stóran møguleika at vinna.
Sissal stillaði upp til spurningar frá pressuni í gjárakvøldið aftaná vinnarin var kunngjørdur. Og hóast tað skuffandi úrslitið, var hon í sínum vanliga góðum lag:
- Eg eri ein framúr songkvinna. Eg gav eina sjúkt góða framførslu vokalt.
Áðrenn finaluna segði Sissal, at hon ikki ordiliga legði í hvat endaliga plaseringin bleiv.
Tað ger hon tó allíkavæl, viðgekk hon aftaná.
- Gud havi lov, at eg ikki bleiv nummar 26, sjálvt um tað tó einki sigur um tey, sum blivu tað, sigur songkvinnan.
Sissal fekk tilsamans 45 stig frá yrkisdómsnevndunum tilsamans, harav 10 stig frá bæði Stóra Bretlandi og Georgia.
Tað var ógvuliga undrunarvert, at Sissal skuldi enda við at fáa bert 2 stig frá hyggjarunum. Onnur lond, sum t.d. Ongland fingu 0 stig frá hyggjarunum. Tað eru ymiskar meiningar um hettar ímillum heimspressuna. Summi halda enntá at okkurt “ikki ruggar rætt”
Sissal sjálv tekur alt í strektum armi. Sjálvt um hon ikki hevur vunnið Eurovision, so hevur hon avrikað so nógv annað.
- Eg havi fingið eitt garrvilt tal av fjepparum, og eg havi stovnað eitt nýtt netverk - eg havi fingið so nógva nýggja vitan, sigur Sissal og leggur afturat:
- Og eg haldi, at eg havi fingið staðfest, at eg eri sera sterk og harðfør.
Óansæð úrslitið, so bíðar gerandisdagurin nú, og hon gleðir seg at koma heim til Keypmannahavnar og klemma báðar døturnar, Mikkalinu og Jonnu Sofíu.
Børnini hava verið saman við henni í nakrar dagar í Basel í Sveis, men tær fóru heim, tá Eurovision vikan fór í gongd.
Tað hevði verið ov hektiskt hjá tveimum smáum børnum, trý og fimm ára gomlum, at verið partur av øllum rokinum, sum hendan kappingin er umgird av.
So tey eru saman við pápa sínum. Tey bæði fóru hvør til sítt fyrr í ár, og hava tey bæði eitt fínt vinalag.
Men sjálvt um gerandisdagurin bíðar, steðgar Sissal ikki her.
Hon fer at gera nýggjan tónleik, út at framføra, og so fer hon at gera okkurt sum inniber at filma, tað er tó nakað hon enn ikki hevur loyvi at siga hvat er.
Men fyrst og fremst ætlar hon fullføra sína læraraútbúgving.
- Eg elski tónleik, og tónleikaídnaðin, men tað er hart, og tað er eisini nógv stigmatisering í tí at luttaka í Melodi Grand Prix. Hettar haldi eg er óheppið, tí tað er okkara egni tónleikur, sum vit gera, sigur hon og heldur fram:
- Eg havi eisini ilt við at ímynda mær, ikki at hava eitt støðugt arbeiði. Mær dámar væl stabilitetin og at hava vanligar starvsfelagar, sum eg kann relatera til. Og eg elski sum heild at arbeiða við børnum og ungum. Eg má síggja, hvussu eg fari at sameina alt. Eg taki tað bara, sum tað kemur.