Ongi úrslit

Bryan Rice gevur Sissal 12 points

Hon skein og kom veruliga ígjøgnum við bæði gleði, eldhuga og fakligheit.

Jóhanna Højgaard
23 tímar síðan

Eitt av størstu donsku hittunum 'No Promises' var mest spældi sangurin nakrantíð í 2005. Harafturat, var hann fjórða mest spælda danska hittið í øllum 00-árunum.

Mannin handan hittið, kenna vit sum Bryan Rice. Hann hevur luttikið í DMGP (Dansk Melodi Grand Prix) í 2010 og aftur í 2014.

Mangt vatn er runnið í ánna síðani tá. Hann er blivin giftur og hava teir eina dóttir. Nýliga hava teir eisini útvíða familjuna við einum hundahvølpi, sum eitur Rita. Bryan hevur smíðað, umframt øll síni egnum hitt, sangir til fleiri aðrar artistar.

Hann hevur framført saman við Julie Berthelsen, Noah Skaalum, Emilia úr Svøriki, umframt mongum øðrum kendum sangarum. Eisini kennir hann Sissal, okkara føroyska sangtalent, sum skal syngja Danmark til tops í Eurovision.

Dimma.fo hevur í dag samskiftað við Bryan Rice. Vit settu honum spurningar um Sissal og hennara møguleikar í finaluni.

-Hvat heldur tú um sangin, vokalin og framførsluna hjá Sissal í gjárakvøldið?

"Sum professionellur og sum pipeline, haldi eg at Sissal gjørdi eitt trygt, ordiliga gott og flott avrik í hálvfinaluni. Hon skein og kom veruliga ígjøgnum við bæði gleði, eldhuga og fakligheit á sín heilt egna hátt. Eg føldi meg tryggan, hóast eg hoyrdi onkustaðni, at sjálvt Sissal kann blíva eitt sindur slitin. Hon fór tó skjótt víðari og burtur frá tí. 12 stig herfrá!"

-Heldur tú at Danmark hevur møguleika at vinna Eurovision leygardagin?

"Nei, eg haldi ikki, at vit vinna, og tað hevur einki við Sissal, hennara framførslu, ella sangin at gera. Tað snýr seg um, at almenni Eurovision-áskoðarin beint nú ynskir ​​okkurt øðrvísi og meira fólkaligt. Men eg trúgvi uppá eitt flott topp 10, sum eg eisini síggji sum eitt ordiliga flott úrslit!"

-Eru nøkur ting, sum tú heldur kundi verið gjørt betur til finaluna? 

"Eg var av tí fatan í gjár, at teir hava ordiliga fínstillað og funnið eitt nógv sterkari úttrykk enn í DMGP (Dansk Melodi Grand Prix) Eg var væl undirhildin og haldi at vit stungu burturúr, og uppibóru eitt pláss í finalununi við hasari framførsluni. Tá tað er sagt, so haldi eg, at DR noyðist at betra sínar framførslur í mun til show segmentið í framtíðini, um teir vilja kappast við toppin."

-Hevur tú nøkur góð ráð til Sissal viðvíkjandi hvussu skal hon handfara ringa umtalu frá pressuni, eins væl og frá øðrum sum hava eina meining um hana?

"Eitt tað ringasta við kappingini, sum hon hevur ment seg er, at artistar og onnur sum eru við skullu kenna seg so útsett, og standa model fyri so nógvum ringum. Tað eri eg ordiliga harmur um, og eg veit at tað heldur nógvum fólkum frá at fara á pallin. Kanska eisini meg sjálvan. Tað er blivið so miskunnarleyst, og fólk kunnu vera so ónd og tankaleys. Eg haldi, at Sissal er tann sum hevur taklað tað best, av teimun eg havi sæð. Men eg vóni framvegis at hon fær hjálp til tað. At onkur tekur sær av hennara sálarligu heilsu, hóast hon tykist sterk."

-Hevur tú eisini nøkur góð ráð ella tips um, hvussu hon kann nýta sína núverandi succes/støðu í síni framtíðar yrkisleið?

"Eg veit, at tað eru góð fólk rundan um Sissal. Eg skrivaði sjálvur sangir saman við henni í fjør summar, og eg tók enntá upp eina fantastiska vakra duett sum demo. Mín kensla er, at hon hevur tamarhald á tí, hon vil og kann gera. Hon er longu komin væl á veg, og við hennara rødd og karisma, fer hon langt sama hvat. Hon byggir upp ein fastan fjepparabólk beint nú, og um hon gevur teimum júst tað, sum hon ger, so verða lurtarar til hennara tónleik í framtíðini."

-Hvussu nógv av tíni egnu tónleikakarrieru vilt tú tilluta tína luttøku í Grand Prix?

"Mín yrkisleið byrjaði á einum heilt øðrum stað og langt áðrenn eg fór inn í DMGP, so ikki nógv í fyrstuni. Men 'Breathing' er uttan iva eitt av hæddarpunktunum í míni nú 20 ára gomlu yrkisleið, og tað hevði eg ikki vilja verið fyri uttan. Sjálvt um tað var annað plássið í DMGP í 2010, so kennist tað framvegis sum ein sigur, tí líkamikið hvar eg fari siga fólk 'tað var tú sum skuldi hava vunnið'. Eg haldi, at tað er ein stórur sigur! Eg havi tilsamans framleitt 5 sangir til DMGP í 00'unum/10'unum og eri sostatt ein av teimum mest stuðlandi sangskrivarunum, tað er stórt fyri meg. Tó vil eg eisini gera nógv meira og annað enn grand prix. Men hvør veit, kanska sleppi eg eisini ein dagin at standa á hasum risastóra pallinum. Eg hevði gjørt tað við stoltleika!"

- Síðst men ikki minst, kunnu vit vænta okkum nakað nýtt frá tær er í gerð?

"Jú, eg hátíðarhaldi mítt 20 ára jubilæum í ár við útgávum og tónleiki.  Staklagið 'LOUDER' kom út í januar og hevði eg júst mína fyrstu jubileumskonsert í heimbygdini Viby Sjælland. Hon er upptikin, og seinni í ár gevi eg tað út sum eitt beinleiðis hátíðarhald av míni yrkisleið higartil. Eg sakni Føroyar og vóni at eg einaferð kann sleppa at ein túr upp til tykkum við onkrum tónleiki aftur. Tað endaði eitt sindur galið á festivalinum fyri nógvum árum síðani, tá var ódn, so eg havi eina heila konsert til góðars. Ella rættari, tit hava!"

Nýggja staklagið LOUDER'

Bryan sendur at enda, Sissal eina heilsan

"Go vind til vores allesammens Sissal!!"

Til ber at fylgja Bryan á Instagram og Facebook @bryanricemusic

Mest lisið hesa vikuna

Ógvusligt ferðsluóhapp - bilførarin sat fastur í bilinum

11. mai kl. 09:16

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Hátíðarhalda tjóðardagin hjá Ísrael á Tinghúsvøllinum í Havn

10. mai kl. 23:29

Leggur frá sær eftir 25 ár í sessinum

12. mai kl. 16:15

Fýra bilførarar mistu koyrikortið í gjár - og tveir aðrir eru í vanda

11. mai kl. 10:15