Hann líður enn undir álopið í 2019.
Sigmund Tróndheim, hálvur føroyingur, YouTubari, influensari og skemtari. Sangari er eisini eitt heiti, og hevur hann luttikið í "Dansk Melodi Grand Prix" í 2019, har hann bleiv nr. 3, og "X-Factor" í 2018. Hettar er bert eitt sindur av tí vit kenna hann fyri. Grand Prix 2019
"Tað er í lagi at vera øðrvísi." Er eitt av Sigmund'sa boðskapum.
Hann kallar seg sjálvan ein ‘Femboy’ og hevur áður alment tosað um, hvussu tað var at vaksa upp í vesturjútsku bygdini Sørvad.
Sum samkyndur og tá man samstundis líður av ADHD og Tourette's Syndrom, stingur man beinanvegin burturúr fjøldini.
Tá Sigmund sum barn sá gentur sum vóru sminkaðar, fór hann út á skúla-vesið og litaði eygnabrýnnar við blýanti. Eisini bæði gekk og tosaði hann meira kvinnuligt enn hinir dreingirnir.
Tað er tí ikki løgið at Sigmund droymdi um, sum heilt ungur, at flyta til Keypmannahavnar. Har ber til at vera ein sjálvur, er vanliga uppfatanin.
Veruleikin var tó ein heilt annar. Tað fann hann útav, tá hann so endaliga flutti til danska høvuðsstaðin.
Hóast hann aloftast verður møttur við vælvild, tá hann er úti ímillum onnur, upplivir hann tíverri eisini tað øvugta.
Millum annað hevur hann upplivað at verða róptur á og spýttur á, meðan hann bíðaði eftir bussinum. Eisini hevur hann verið kallaður ókvæmsorð í metroini á veg til arbeiðis.
Samkynd og onnur sum stinga burturúr í tí dagliga eru óivað von við tílikt, og hava summi nokk lært at ignorera tað.
Tá tað gerst kropsligt, er tað tó ein heilt onnur søk. Tað var júst tað sum hendi fyri Sigmund, og sum setti eitt varandi spor á hann. Hann bleiv nevnliga álopin í 2019.
Sigmund minnist at hann stóð í túninum, frammanfyri einum náttklubba í Keypmannahavn. Ein ungur maður segði eitthvørt niðrandi við hann í homofobiskum vendingum.
Stutt eftir føldi hann slagið, og blóðið sum byrjaði at renna niður eftir kjálkanum frá vinstra eyga, har slagið fall.
Hóast álopið hendi fyri skjótt seks árum síðani, so hevur tað skapt eina varandi kenslu av ótryggleika hjá Sigmundi
-Eg hyggi yvir økslina á mær sjálvum hvønn einasta dag. Eg havi fingið angist og eri vorðin nervøsur, tá eg eri úti alment. Tað er ein støðug kensla av "hvat um?" greiðir hann frá.
Hann verður tó aloftast møttur við vælvild, tá hann er úti ímillum onnur. Men hann upplivir tíverri eisini tað øvugta.
Millum annað hevur hann upplivað at verða róptur á og spýttur á, meðan hann bíðaði eftir bussinum. Eisini hevur hann verið kallaður ókvæmsorð í metroini á veg til arbeiðis.
"Wish it was me"
Nýtt videolag "Wish it was me"