Ongi úrslit

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

Tað er ein spurningur, hvussu nógvar útreiðslur vit kunnu leggja á skattgjaldaran, heldur býráðslimur

Áki Bertholdsen
28. mai kl. 12:41

Tað er mark fyri, hvussu nógvar útreiðslur, vit kunnu leggja á skattgjaldaran. Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn fyri Sambandsflokkin.

Sum vit skrivaðu í áðni arbeiðir býráðið við eini skipan um skúlamat til skúlabørn í kommununi.

Endamálið er, at foreldrini skulu rinda ein part, men at restin skal rindast á fíggjarætlanini hjá býráðnum.

Sum heild tekur Annfinn Brekkstein undir við eini slíkari ætlan - men samstundis ávarar hann um, at verður ikki ansað sera væl eftir, kann hetta verða dýrari fyri kommuna, enn tey fara at brýggja seg um.

Hann sigur, at tá ið hann var formaður í Mentanarnevndini hjá býráðnum í undanfarna valskeiði, arbeiddi hann eisini við eini slíkari matarskipan.

Men hann segði, at hann gavt, tí málið var so viðkvæmt, at hann grynti ikki.

– Eg brendi meg um fingrarnr og legði málið til viks aftur, segði hann.

Samstundis heldur hann, at tað er eitt mark fyri, hvussu nógvar útreiðslur tað ber til at leggja á skattgjaldaran.

Hann minnir eisini á, at býráðið noyðist at raðfesta útreiðslurnar, og ein dýr matarskipan kann fáa avleiðingar fyri aðrar vælferðartænastur, tí so má sparast onkra aðra staðni.

Annfinn Brekkstein heldur, at enn eru nógvir ósvaraðir spurningar. Fyrst og fremst er spurningurin, hvussu útreiðslurnar skulu býtast sundur ímillum foreldrini og skattgjaldaran.

Tað eru nógv børn, sum ikki tola allan mat, men sum bara kunnu fáa serligan mat og Annfinn Brekkmann spurdi, hvussu verður við teimum.

Hann kann slett ikki góðtaka, at ætlanin er at gera eina royndarskipan, har tað bara eru nakrir flokkar í ávísum skúlum, sum skulu vera við í matarskipanini.

– Skulu so øll hini børnini sita og føla luktin av mati og munga - men einki fáa, spyr hann.

Hann heldur eisini, at verður ein slík matarskipan sett í verk á nøkrum skúlum, fer tað at leggja eitt ómenniskjansligt trýst á hinar skúlarnar.

Hann heldur, at fyrsta stigið má vera at fáa greiði á, um foreldur yvirhøvur eru sinnað at vera við í eini slíkari skipan - ella hvussu nógv foreldur vilja vera við.

Hann heldur, at hetta fer at verða ein dýr søga, og hetta verður ein spurningur um, hvussu tað er býráðið raðfestir.

Hetta fer at kosta tíggjutals milliónir og kann seta býráðið í eini støðu, sum ikki er ynskilig

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan, heldur, at tað er  skeivt at taka nakrar skúlar burtur úr.

Hann minnir eisini á, at tað eru fyritøkur, sum liva av at levera mat til skular.

Hann spyr um kommunan nú ætlar at fara í kapping við tær - og í roynd og veru beina fyri teimum.

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

26. mai kl. 12:00

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

8 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

Í gjár kl. 17:48