Ongi úrslit

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

Sjálvandi kann vegurin ikki eita nakað annað

Hjá fleiri av hesum hevur navnið stóran týdning. Frá vinstru er Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen, býráðslimir fyri Fólkaflokkin, og Kári Jacobsen og Tróndur Sigurðsson, býráðslimir fyri Kommunulistan
Áki Bertholdsen
26. mai kl. 12:00

Navnið kundi ikki verið betur valt. 

Tað halda fleiri býráðslimir í Havn, nú tað er greitt, at nýggi ringvegurin oman fyri Havnina, sum er gjørdur í sambandi við Eysturoyartunnilin, skal eita Havnarvegur.

Vegurin verður ein nýggjur høvuðsvegur oman fyri Havnina og nakað síðani varð Gøtunavnanevndin biðin um at koma við einum uppskoti um, hvussu vegurin skuldi eita.

Meirilutin í nevndini Marjun Arge Simonsen, Ronnie Thomassen og Annfinnur Hjelm, mælti til, at innkomuvegurin, sum hann verður kallaður á mannamunni, fær navnið Ytri Ringvegur.

Men minnilutiin í nevndini, Jógvan Arge og Marius Rein, halda, at hann skal fáa navnið Havnarvegur.

Og býráðslimir halda, at her hevur minnilutin ordiliga rakt plett - og hóast hetta bara er eitt veganavn. hevur tað kanska størri týdning fyri býráðslimir, enn ein kanska skuldi trúð

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan, sigur, at hann bleiv kensluborin tá ið hann sá uppskotið hjá minnilutanum.

– Eg fari aldrin at atkvøða ímóti einum slíkum navni, segði hann.

Partamaður hansara á Kommunulistanum, Kári Johansen, segði, at hann fór upp at ristast tá ið hann hoyrdi navnið.

– Hjartað fór ordiliga upp á kók, legði hann afturat - og hann undraðist á, at eingin annar hevur funnið upp á hetta fyrr.

Allir hinir býráðslimirnir eru samdir, tí tað varð einmælt samtykt, at hann skuldi eita Havnarvegur.

Annfinn Brekkstein heldur, at sjálvandi skal vegurin eita so, tí tað hevur týdning fyri Havnina, at vit fáa ein Havnarveg. Og havnarhjartað hjá Guttormi í Skála fór ordiliga at banka, tá ið hann hoyrdi navnið.

Og Høgni Vilhelmsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, mundi dottið uppeftir, tá ið hann sá navnið, tí hann heldur, at tað er sjálvsagt fyri handan vegin.

Úrslitið varð eisini, at navnið varð einmælt samtykt í býráðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

26. mai kl. 12:00

Kanna svik

22. mai kl. 10:08

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Hon er tung um hjartað um at byggja kirkju við Sandá

23. mai kl. 11:25

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

Í gjár kl. 16:36

Tórshavnar kommuna fer kanska at melda seg úr Kommunufelagnum

22. mai kl. 15:01