Ongi úrslit

»... Í ódnini fell alt í fátt

Snæbjørn Bærendsen
23. mai kl. 20:00

men bróður, tú tók ráð,

stóð róðurbundin ættmál tvey,

vann inn á Havnarvág... «

Brot tikið úr Kvæðið um Hargabrøður - Poul F. Joensen.

Fyrst vil eg nýta høvið til at takka P/F Suðuroyartunnil, løgmanni, Løgmansskrivstovuni, løgtingsins fíggjarnevnd, politiska fylgisbólkinum og øðrum, sum onkursvegna hava lagt orku í tunnilsverkætlanina. Nú er at halda á og koma í trygga havn.

At koma aftur sum av torvheiðum

Vit eru mong, sum harmast afturstigið, har tunnilsmálið varð beint aftur í nevnd. Óvissan um tunnilsmálið er tað sama sum vantandi framtíðarútlit Skúgvoyar og Suðuroyar.

Landsins suðurøki er útihýst í Føroyum og stendur framhaldandi fyri hóttafalli; og enn sýnist eingin ítøkilig ætlan um Suðuroyartunnilin at daga undan í havsbrúnni.

Undir 3. viðgerð av málinum um útbjóðing av Suðuroyartunlinum breyt í bæði borð; samgongubáturin var sum fliðuskel at síggja, har teir lógu og tveittust í alduganginum. Samgongulimirnir - allir uttan Bjarni Hammer - fullu í fátt og hoknaðu undir úlvagsjógvinum (samfelagsráki). Hendurnar gluppu av árarmúlunum og áralagið helt ikki. Andstøðan tók stýrisvøl í hond og stóð í hesum føri stinnari enn samgongan. Andstøðan vildi ikki beina málið aftur í nevnd.

Danir siga: “Godt begyndt er halvt fuldendt”. Uttan útbjóðing fáa vit ikki veruliga byggikostnaðin av tunnilsbyggingini at vita - hóast vit longu nú kjakast og illgita um byggikostnaðin. Sjáldan hava vit átt so mangar serfrøðingar, sum júst í alnetssamtíðini. Hvør fuglur syngur við sínum nevi.

Nornan spinnir lagnutráðin

Okkara vón var, at Suðuroyartunnilin bleiv samtyktur hetta valskeiðið, men hetta tykist at verða hvørvisjón, sum mól fyri okkum. Politisk telving er stokkut og fjøllynt, ja, sum føroyska veðrið, og tí mugu vit fara um hana sum við arkilleshælinum (veikasta ketuliðið). Vit mugu smíða, meðan jarnið er heitt, tí politiska jarnið kølnar brátt.

Ávís fólkavald liggja og vevjast í ævinligum spurnarorðaskiftum, sum bert melur í klingur og gruggar tunnilsmálið. Kanska ókláran við gruggi er dulda stevnumiðið hjá summum.

Samgongan hevur áður sligið manngarð um tunnilsmálið, men nú, tá skerjast skuldi inn á bein, sat samgongan sum trøllbundin av ótespiligum gandi. Tað er ringt at føra skip, har manningin vantar dirvi. Tað skal leggjast afturat, at tað finnast eldsálir í løgtinginum, sum veruliga hava kýtt seg. Hesi halda ivaleyst áfram at stríðast fyri framtíð okkara, men tey mugu eisini taka sær um reiggj og tríva í dirvislutin.

Onglendingar hava orðatakið: ”Smooth sea never made a skilled sailor”. Hetta orðatakið skal stílast - sum æra og heiður - til róðurbundna skipara okkara, harra løgmann. Eisini tit, sum starvast hjá Løgmansskrivstovuni og sita í nevndini hjá P/F Suðuroyartunnilin, eiga rós uppiborið.

 Ad Hominem Fallacy

Partshoyringarnir hava verið ovurhonds nógvar í tali og fyrireikingartilgongdin hevur verið drúgv. Tunnilsmálið hevur leingið verið til viðgerðar. Var talan um grind í saltlaka, gjørdist grindin so sølt, at hon ikki longur var mannaføði. Tunnilsmálið er væl og virðiliga nágreinað og íligið - sí almenn og atkomulig skjøl umvegis leinkjurnar niðast í lesarabrævinum.

Óttin hevur kanska stungið seg upp, tá fólkavald hava sæð, hvussu øsing og bangilsi er loypt í fjøldina. Samgongulimirnir sótu andbráðir til 2. viðgerð av sama máli, men til 3. viðgerð sótu samgongulimirnir (allir uttan Bjarni Hammer) sum niðurflaknaðar húsatoftir í sessi sínum. Hví mundu hesi sita sum hamskift?

Orðadrátturin í almenna rúminum hevur verið íðan hvassur, men háttalagið hevur verið villleiðandi, vánt og tvitið. Háttalagið, sum sipað verður til, riggar soleiðis, at ein sáar iva um trúvirðið hjá andstøðupartinum og soleiðis einkisvirðir verkið. Misálit eru løgd á: løgmann - Løgmansskrivstovuna - P/F Suðuroyartunnilin - tunnilsfelagið, NorConsult og løgtingið. Illgitt verður um tunnilstrygd, umhvørvisárin, linjuføringar, “leysir endar” og “skund”.

Páhald um óvissur og vantandi fyribúgving minna mest um eygnariv og seyðaskinn, sum fjalir úlvin og lokabrøgd hansara. Føroyingurin er ráðaleysur, tí meldurin av ivamálum slongd higar og hagar ørkymlar og kloyvur fólkið.

Borgarstjóri í Skálavík er lagdur undir at verða “keyptur” av alifyritøku. Løgmansskrivstovan er løgd undir at lúgva (tíbetur kom umbering til Løgmansskrivstovan nakað eftir í hølunum á grovu ákæruni). Løgmaður, P/F Suðuroyartunnilin og Løgmansskrivstovan eru løgd undir at “lukta av korruptión”. P/F Suðuroyartunnilin og ráðgevarafelagið, NorConsult, leggjast undir ikki at raðfesta trygd í tunlinum, og at verða dulleiddir av mammon.

Eg havi illgruna um, at summi ynskja nýval og nýta tí málið um Suðuroyartunnilin sum jarnbrot í síni roynd at loysa sundur samgonguna. Tunnilsmálið er - sum áður nevnt - arkilleshælurin hjá samgonguni. Eisini kann tað hugsast, at summi hava hava í hyggju at raðfesta og framskunda ávís politisk mál við at køva tunnilsmálið, meðan onnur avgjørt eru líkasæl í spurninginum um lagnu landsins suðurøki.

Góðu føroyingar, er tað ikki eyðsæð, at mótstríðandi partar - tey, sum listilærd nýta óhóskandi og ósiðilig amboð í kjakinum - vinna landinum neisir?

Gerhard Lognberg, sum er ein í talrøðini av landshetjum, stóð manniliga við sítt, tá Sandoyartunnilin varð til viðgerðar. Eg kundi spurt: Gerhard, úr hvørjum bergi ert tú brotin? Meg listi at vita, tí okkum tørva fleiri slóðarar.

 Modus operandi (brúgv og undirsjóvartunlar)

 Søgan endurtekur seg

... og gravarsálmarnir eru hinir somu. Dómadagsprædikantarnir blása aftur í ávaringarlúðrarnir; og niðurlagið ljóðar, at tunnilsverkætlanin er burtur úr vón og viti. Slíkan ágang hava vit áður sæð í øðrum høpum. Við Vágatunlinum í stoypiskeiðini gingu fólk hurð á hurð fyri at savna saman mótmælisundirskriftir.

Allir undirsjóvartunlar og Brúgvin um Streymin hava í almenna rúminum verið jaglað sundur og skírd sum óðamannaverk. Framtaksfólk hava tó vunnið okkum fram á leið, og hetta kunnu vit í samtíðini fegnast um.

Hvussu hevði her verið statt, um ikki vit áttu Brúnna yvir Streymin og undirsjóvartunlarnir?

Tríva vit í samfelagsgagnligu verkini, sum fingu stívligt mótrák fyri bygging, kunnu vit nevna: Brúgvin við Streymin, 15 miljónir krónur og liðug í 1973 - Vágatunnilin, 280 miljónir krónur og liðugur í 2002 - Norðoyartunnilin, 395 miljónir krónur og liðugur í 2006 - Eysturoyartunnilin, 1,3 milliard krónur og liðugur í 2020 og Sandoyartunnilin (krónutal ikki upplýst) liðugur í 2023. ES-tunnilsfelagið er ikki fevnt av lógini um alment innlit, sostatt skal kostnaðurin (av heimasíðuni: www.tunnil.fo) takast við fyrivarni.

Stórverkini hava í eftirtíðini prógvað sítt samfelagsvirði. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki avmarka okkum óneyðuga nógv í kost/nyttu kanningum. Eitt gløggskygt fólk segði á sinni at “skuldu vit bygt Føroyar út eftir kost/nyttu kanningum, hevði tað kanska verið ein tunnil, sum hevði loyst seg, og tað hevði verið tunnil frá Bakalao og yvir til Skansan”.

Fólkavillingin og spurningar um einki krøkir seg sum svartideyði í undirvitsku okkara. Vit gerast sostatt ørkymlað og stúrin, hóast vit eiga at ganga fram við góðum treysti. Nú mugu avrekskappar ripa nevan í borðið, um ikki nornadómur skal forkoma landsins suðurøki av berum og blektaðum politiskum atgerðarloysi. Nú má verkætlanin, samfelda arbeiðið og einar samansjóðaðar Føroyar ikki gleppa okkum av hondum.

Drívið á og slóðið okkum rás, har eingin fótur troddi fyrr.

Virðingarmest

Snæbjørn Bærendsen

Keldulisti (tunnilsviðgerð - skjøl)

Løgtingið: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11116.

Løgmansskrivstovan: https://www.lms.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-loegtingslog-um-suduroyartunnilin-vid-tilhoyrandi-tunnilskervum-og-vegakervum

Skjótarbeiðandi arbeiðsbólkurin: https://www.lms.fo/fo/kunning/tidindi/tilfar-um-moeguleika-at-bora-ur-skuvoy.

 

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

Í gjár kl. 12:00

Sigmund bleiv álopin

21. mai kl. 17:08

Kanna svik

22. mai kl. 10:08

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Hon er tung um hjartað um at byggja kirkju við Sandá

23. mai kl. 11:25

Tórshavnar kommuna fer kanska at melda seg úr Kommunufelagnum

22. mai kl. 15:01