Tað er ein spurningur um ikki Tórshavnar kommuna eigur at melda seg úr Kommunufelagnum.
Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin. Og nú vil hann hava býráðið at viðgera spurningin.
Annfinn Brekkstein vísir á, at Tórshavnar kommuna rindar slakar fimm milliónir í limagjaldið til Kommunufalgið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Barnaverndarstovuna og SSP, sum er samstarvið ímillum skúlan, sosialu myndugleikarnar og løgregluna.
Allar hinar kommunurnar rinda slakar 6,7 milliónir, tilsamans.
Er tað ikki betri fyri kommununa, at hon tók seg úr Kommunufelagnum, spyr Annfinn Brekkstein.
Hann heldur, at Tórshavnar kommuna kann umboða seg sjálva og sostatt fær hon fulla ávirkan, og fullan avgerðarrætt, heldur enn at lata hetta upp í hendurnar á Kommunufelagnum.
Hann heldur eisini at kommunan hevur eina umsiting, sum hevur fullan førleika at loysa allar uppgávur og sostatt fær kommunan størri ávirkan enn hon hevur nú.