Hetta er úrslitið av eini drúgvari, og syrgiligari gongd, har so mangt kundi verið øðrvísi.
Tað segði Elsa Berg, borgarstjóri í Havn í gjár, beint áðrenn ein meiriluti av Tórshavnar býráð samtykti at geva byggiloyvi til at byggja kirkju við Sandá.
Hon segði, at hon hevði tosað við allar partar í eini roynd at finna eina semju, eisini um aðrar staðsetingar, men tað bar ikki á mál
Samstundis vísir ein spurnarkanning, at tvey triðingar av argjafólki vilja ikki, at kirkja skal byggjast við Sandá.
Kirkjuráðið á Argjum hevur - tvær ferðir enntá - biðið um eitt annað stykki at byggja kirkjuna á, men undanfarin býráð hava ikki verið sína uppgávu vaksin, segði Elsa Berg.
– Tí standa vit nú í eini støðu, sum er keðilig fyri øll, tí hetta er eitt mál, sum fer at kloyva argjafólk í langa tí, sama um kirkjan fær byggiloyvi, ella ikki, sigur Elsa Berg.
Borgarstjórin í Havn heldur at tað stríður ímóti nógvum aðalreglum í býráðnum at geva kirkjuni byggiloyvi.
Ein av hesum aðalreglum er, at tað skal ikki byggjast fram við teimum stóru áunum og at fríøkini eiga at verða varðveitt.
Tað er eisini ein spurningum um at øll fáa javnbjóðis viðferð, staðfestir hon. Hon sipar til, at ein umsøkjari slapp ikki at stykkja út framvið Sandá - men nú verður loyvi givið til at byggja eina kirkju framvið ánni.
– Tað er við tungum hjarta, at eg haldi eina verjurøðu fyri síðsta náttúruøki av hesum slagi á Argjum, samstundis sum at tað er eitt sterkt ynski um at fáa eina nýggja kirkju, segði Elsa Berg.
Men hon heldur, at tað ber væl til at fáa eina nýggja kirkju, uttan at gera seg inn á náttúruvirðini á Argjum.
– Høvdu vit í dag, droymt um at givið byggiloyvi til ein kirkju 20 metrar frá eini tí størstu og vakrástu ánni í kommununi - ella niðri í Hoydølum, 20 metrar frá Hoydalsá, spurdi hon.
– Hetta er at gera óbótaligan skaða á nátturuna. Tað ber til at flyta ein bygning, men er tað bygt á eini náttúruperlu, vendst ikki aftur, og so er hon farin, sigur borgarstjórin.
Sjálv atkvøddi hon ímóti at geva byggiloyvi til kirkjuna.