Ongi úrslit

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

Umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, er aftur í Føroyum, men hesa ferð er virksemið ikki tað vanliga

Áki Bertholdsen
27. mai kl. 16:36

Umstríddi umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, er aftur í Føroyum. Men hesa ferð er virksemið rættiliga øðrvísi enn vanligt.

Ongar grindir hava verið leingi, so á hasum øki eru tey arbeiðsleys. Men ístaðin hava tey nú lagt á annan bógv.

Tí hava tey brúkt hendan mánaðin at róta í ruskbingjum hjá handlum fyri at vita, hvussu nógvur matur, fer til spillis.

Matspill er ein stórur trupulleiki, bæði í Føroyum, og alla aðrastaðni í tí ríka partinum í heiminum. Og Sea Shepherd sigur, at hendan mánaðin hava tey bjargað yvir 400 kilo av mati úr ruskbingjunum hjá ymsum handlum - og tað er matur, sum tey siga er góður, og sum saktans kann etast.  

Tey siga, at hesin maturin er síðani latin fólki og Herberginum.

Tá ið vit standa við fullum føvningi av breyði, frukt og grønmeti, sum er blakað burtur, hóast tað kann etast, verður tað greitt, at trupulleikin er ikki mattrot, men yvirflóð - og  skeivt býti, sigur Valentina Crast frá Sea Shepherd, í tíðindaskrivi.

Hon sigur, at tey hava bara verið í bingjum, sum eru ólæstar. Men tíverri eru tað fleiri handlar, sum seta lás á bingjurnar - ikki fyri at minka um oyðslið, men fyri at fjala út yvir tað, sigur Valentina Crast.

Hon sigur, at sostatt sleppa fólk ikki fram at tí og fá gagnnýtt tað, sum annars fer til spillis.

Hon heldur, at tað er meiningsleyst at blaka fleiri tons av mati burtur - og samstundis at tosa um burðardygd.

Og so sipar hon til grindadráp, tí føroyingar siga altíð, at grind er ókeypis matur, og at tað er burðardygt.

– Tað er ikki burðardygt at innflyta mat úr øllum heiminum – fyri so at blaka hann í skrell orsakað av ovurnýtslu – samstundis sum havið verður dálkað og tað villa djóralívið er hótt við grindadrápi, sigur hon.
Hon heldur, at tað er ein politisk ábyrgd í at viðgera hesar trupulleikar, og hetta er samstundis ein sjálvsagrur møguleiki at reisa eitt alment kjak um grindadráp.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14